FRIÐING
Leo Poulsen
leo@sosialurin.fo
Í herviliga ódnarveðrinum í vár var uppgangurin so ógvusligur, at fimm av teimum tólv fleygingarsessunum á Urðini í Nólsoy skolaðu burtur.
Ivi hevur tí verið um, hvørt lundin fer at bera seg at sum vant, nú náttúran er so nógv broytt. Hetta, samstundis sum ógvuliga lítið hevur verið at fingið av lunda seinastu árini hevur gjørt, at tey trý hagastýrini í oynni hildu fund um vikuskiftið, og har blivu samd um at friða lundan komandi tvey árini.
Men hetta er tó bert galdandi fyri traditionellu sessirnar í Gomlu Urðini. Tað ber framvegis til at fleyga sær eitt kók í Nýggjurð ella á Hósmøl, sigur Rene Hansen, sum situr í Hagastýrinum fyri Heimaru Helvt, ið er størsti hagin í Nólsoy.
Hann er samstundis ein av royndu fleygamonnunum í oynni, og fylgir væl við, hvussu støðan hjá lundanum er.
Annars frættist, at óvanliga nógv hevur verið at sæð til lunda í ár aðrastaðni, so kanska árið í ár fer at roynast. Men óvanligu umstøðurnar í Nólsoy hava so ført til, at nólsoyingar hava valt at friða lundan tvey tey komandi árini.
Fimm av teimum tólv sessunum skolaðu burtur í ódnarveðrinum í vár
Mynd: Rene Hansen