Nólsoyingar fáa nú egna fergu

Løgtingið hevur í dag samtykt, at nýggj ferga skal smíðast til Nólsoyarsiglingina fyri í mesta lagi skal kosta 50 milliónir krónur, og eftir ætlanini skal fergan setast í sigling síðst í 2015.

Nýggja nólsoyarfergan skal kunna flyta 170 ferðafólk um summarið og 90 um veturin, umframt at pláss verður fyri 10 til 12 bilum.

– Hetta eru góð tíðindi, sigur Jákup av Skarði, ið sjálvur triði er í einum lokalum áhugabólki, sum hevur arbeitt fyri at fáa eina nýggja fergu til siglingina um Nólsoyarfjørð.

Hoyr niðanfyri samrøðuna við hann, sum Rás 2 hevði í tíðindunum seinnapartin, eftir at løgtingið hevði samtykt, at nú verður fergan veruleiki.