Hetta vikuskiftið fer ein rúgva av fólkum til Nólsoyar á ovastevnu, sum í ár kann hátíðarhalda tey 20 árini, stevnan hevur á baki. Ovastevna hevur verið støðugt vaksandi, og seinastu árini hava útvið 5000 stevnugestir ferðast um Nólsoyarfjørð fyri at taka lut í stevnuni.
Hóast endamálið við stevnuni framvegis er tað sama sum fyri 20 árum síðani, og nógv fólk kemur á stevnuna, so hava nólsoyingar enn ikki fingið ein svimjihyl í bygdina.
- Vit skipa framvegis fyri stevnuni við tí fyri eyga, at savna pengar til svimjihylin. Eingin ivi um tað. Men stevnan er blivin dýrari og dýrari, vit hava keypt ymiskt til stevnuna, og tí leypur lítið av peningi av, sum vit kunnu brúka til svimjihylin, sigur Unn Sørinardóttir, sum hevur sitið í stuðulsnevndini síðani 2007.
Hon vísir á, at nólsoyingar droyma framvegis um svimjihylin, men sjálv ivast hon í, um og nær hylurin kemur.
- Í mínum høvdi er ætlanin við svimjihylinum ikki heilt realistisk, tí eg ivist í, um vit nakrantíð røkka tí peningaupphæddini, sum krevst fyri at gera hylin. Skal hylurin gerast realitetur, mugu vit skipa fyri fleiri tiltøkum, sum geva nógvar pengar, og tað hava vit ikki møguleika fyri, sum nú er, sigur Unn Sørinardóttir.
Altíð verið ein success
Fyrsta ovastevnan bleiv hildin í 1994. Stevnan var ikki eins stór og væl fyrireikað, sum hon er í dag, men hon hilnaðist væl.
- Tað var alt meira spontant tá, og hóast talan var um eina lítla stevnu, lokkaði hon nógv fólk út til Nólsoyar. Eg haldi meg kunna siga, at hon bleiv ein success alt fyri eitt og hevur verið tað líka síðani. Til fyrstu stevnuna var kabaret, dansur, og felagssangur, sum eisini hevur verið partur av ovastevnu hvørt ár síðani, sigur Unn Sørinardóttir og heldur fram:
- Av tí at fyrsta stevnan gekk so væl, valdi nevndin at halda fram við at skipa fyri ovastevnu og stíla fyri tiltøkum av ymsum slag, tað vikuskiftið stevnan er, greiðir Unn Sørinardóttir frá.
Hon heldur, at nólsoyingum dámar væl, at oyggin fær veruliga innrás av stevnugestum tað eina vikuskiftið í august mánaði, tá ovastevna er.
- Sjálvandi er stevnan broytt øll hesi árini, tí hon er blivin so stór eftirhondini, men fyri okkum nólsoyingar, skal ovastevna altíð vera ein bygdastevna við til dømis tivoli, tombola og dansi.
Høvdu innsavnan í 80unum
Hóast fyrsta stevnan bleiv hildin í 1994, so fóru nólsoyingar undir at savna pengar til ein svimjihyl longu seinnu helvt av 80unum.
- Stutt eftir at Ovi doyði, bleiv ein nevnd mannað, sum skuldi fáa pengar til vega til svimjihylin. Tann nevndin skipaði fyri nøkrum stórum tiltøkum og skipaði millum annað fyri stórdansi í Gundadalshøllini, sum gav rættiliga fitt av pengum. Eisini sigldi Jóannes Andreasen í eini song til Hetlands, og pengarnir, sum komu inn, fóru somuleiðis til svimjihylin, fortelur Unn Sørinardóttir.
Í mai mánaði í 1999 kundu nólsoyingar loksins fara undir tað fyrsta arbeiðið við svimjihylinum. Ætlanin var tá at gera alt betongarbeiðið.
- Tað arbeiðið bleiv ongantíð liðugt, tí pengar restaðu í. Nevndin hevði brúkt beint yvir hálvaaðru millión í 2000, og tá var als einki eftir, sigur Unn Sørinardóttir.
Hon vísir á, at hóast betongarbeiðið so at siga stendur í hálvum gekki, merkir tað ikki, at alt er farið fyri skeyti.
- Tað haldi eg ikki, mann kann siga. Støðan er bara tann, at í verandi løtu hava vit ikki pengar til at gera betongarbeiðið liðugt og annars arbeiða víðari við svimjihylinum.
Ovastevnan doyr ikki út
Tað gerst alsamt meira trupult at fáa fólk at vitja tær ymsu bygdastevnurnar, sum eru kring landið um summarið. Men tann trupulleikan kenna fyrireikararnir av ovastevnuni einki til.
- Tað tykist, sum fólk ikki tíma at fara á stevnurnar longur, men tann gongdin hevur ikki verið í sambandi við ovastevnu, tí áhugin fyri stevnuni gerst størri fyri hvørt ár, sigur Unn Sørinardóttir, sum tó ikki dugir at siga orsøkina, til at ovastevnan hvørt ár megnar at fáa fleiri túsund fólk til Nólsoyar.
- Eg veit ikki heilt, hvat tað er, sum ger, at ovastevnan bara gerst størri, meðan fleiri av hinum bygdastevnunum hava trupult at fáa stevnugestir. Kanska er tað tað, at ovastevnan ikki er broytt stórvegis hesi 20 árini, hóast talið á stevnugestum hevur verið støðugt vaksandi, heldur Unn Sørinardóttir og heldur fram:
- Ikki tí, onkrar broytingar eru farnar fram, tí nú selja vit øl og spennandi mat til stevnugestirnar, og eisini er tivoli-parturin blivin meira spennandi. Men vit royna at halda fast í, at ovastevna skal vera ein bygdastevna og ikki ein stórur festivalur, sum vit annars kenna frá øðrum støðum í Føroyum.
Royna nýtt konsept
Tað er tó eingin loyna, at stóru konsertirnar og festivalarnir, sum eru í Føroyum, hava ávirkan á ovastevnuna.
- Tað er einki at ivast í, at fólk seta størri og størri krøv til tey tiltøkini, tey fara til, og tað ger sjálvandi eisini nakað við stevnuna hjá okkum í Nólsoy. Ovastevnan skal fylgja við rákinum, men skal halda fram við at vera tað, hon er – ein bygdastevna. Harafturat er umráðandi, stevnan er fyri øll, og tískil skal tað ikki gerast ov dýrt hjá fólki at koma út á stevnuna, sigur Unn Sørinardóttir.
Sum nakað nýtt hava fyrireikararnir í ár valt at gera ein stóran part av bygdarøkinum til innhegnað stevnuøki.
- Í ár royna vit eitt nýtt konsept, har fólk skulu gjalda 200 krónur fyri at sleppa inn á stevnuøkið, og fyri ta upphæddina kanst tú fara í dans, á konsert, í tivoli og so framvegis. Hesin leisturin er lættari fyri okkum fyrireikarar, men eisini bíligari fyri gestirnar, metir Unn Sørinardóttir og leggur afturat:
- Harafturat skuldi stuðulsnevndin á henda hátt fingið meira burturúr fíggjarliga, soleiðis at arbeiðið at gera svimjihylin av álvara kann takast upp aftur, sigur Unn Sørinardóttir.