Leygardagin hevur nógv fólk verið í Nólsoy.
Fyrst og fremst er tað ein familja, ið stavar úr Kaldbak, sum hetta vikuskiftið er í Nolsoy.
- Vit plaga at ferðast onkunstaðni eitt vikuskifti annaðhvørt ár. Vit hava fyrr verið eitt nú á Viðareiði og aðrastaðnis, og í ár valdu vit so at koma til Nólsoyar, sigur ein av luttakarunum.
Tey hava leigað sær trý hús í Nólsoy, og so búgva tey eisini i fýra campingvognum (myndin).
- Vit hava eisini leigað bygdarhúsið, Royndarhúsið, og har verður skaffað, sigur luttakarin.
Tey eru um 60 fólk á familjuútferðini, og fleiri komu til Nólsoyar fríggjakvøldið klokkan 18 við Ternuni, meðan nøkur valdu at koma leygarmorgunin. Tey verða verandi fram til sunnudagin, tá farið verður inn á fastlandið aftur.
Eisini einir 20 AFS'arar hava valt at halda vikuskiftið í Nólsoy, og tey búgva í Missiónshúsinum. Og fyri at runda alt av, var eisini ein bindiklubbur í Nólsoy í dag.
- Vit gera eina útferð um árið til Nólsoyar, og tað er sjálvandi bindiklubburin, ið skipar fyri. Vit menn sleppa so eisini við, so tað er frálikt, sigur ein av monnunum, sum var í Nólsoy í dag.
So sigast má, at nógv fólk er í oynni hetta vikuskiftið.