Tað einasta rætta er at venda aftur til ætlanina frá 2007 og byggja nýtt nólsoyarskip. Tað heldur Bjarni Djurholm, fyrrverandi landsstýrismaður.
Tað var undir fyrra ABC-landsstýrinum, at nýtt nólsoyarskip varð fyrireikað og skitsuuppskot lagt fram til kunningar fyri bygdarfólkinum.
- Nýggja nólsoyarferjan kostaði góðar 40 milliónir krónur, og var ætlanin at játta peningin yvir tvey fíggjarár, sigur Bjarni Djurholm í grein, hann hevur sent Sosialinum.
Men tá valið varð útskrívað áðrenn fíggjarlógin fyri 2008 varð samtykt, fall málið burtur. Nýggja landsstýrið valdið heldur seta Ternuna í siglingina.
Bjarni Djurholm heldur, at tað einasta rætta er at byggiætlanin frá 2007 aftur kemur á skrá, so nólsoyingar fáa nýggja tíðarhóskandi ferju, bert ætlað til farleiðina um Nólsoyarfjørðin.
- Tað er klárt at fara undir projekteringina. Eitt byggiprojekt, sum eisini man koma væl við hjá føroyskum byggismíði. Skal Nólsoyggin mennast, og bygdafólkið annars støðast, so er høvuðsfortreytin, at nólsoyingar fáa nýggja ferju til flutning um fjørðin. Tað er burturvið, at nólsoyingar, frá at hava Rituna burturav, nú eru endaðir við einum avloysaraskipi, sigur fyrrverandi landsstýrismaðurin við ábyrgd av Strandferðsluni.
Hann vísir í hesum sambandi á, at í seinastu viku samtykti makrelsamgongan íløgur fram til 2016, har nólsoyarskipip ikki var við. Tað heldur hann vera stórt spell og til skaða fyri ætlaðu ferjubyggingina.
- Tí má byggiætlanin frá 2007 koma aftur í ljósmála og skjótast setast í verk,sigur Bjarni Djurholm.