Nólsoyarmálarin í rørandi einsemi

Hansara verk eru so ótrú­liga orginal í teirra rørandi ein­semi, held­ur Kinna Poulsen, sum hevur valt út 17 verk hjá Nólsoyar­­mál­ar­anum Steff­an Daniel­­sen til sermerkta fram­­sýning nú á Ova­stevnu

"Tað finst eingin annar føroyskur listamaður, ið hevur latið so orginalar myndir frá sær, sum hesar".

So avgjørd er Kinna Poulsen, listaummælari, í bókini um Nólsoyarmálaran Steffan Danielsen, sum Emil Juul Thomsen gevur út í næstum. Men meðan vit bíða eftir bókini, fáa vit í tveir stokkutar dagar og høvi at síggja eina sera forkunnuga framsýning við verkum hjá Nólsoyarmálaranum, sum Kinna Poulsen skipar fyri í samstarvi við 100 ára hátíðarhaldið hjá Tórshavnar Kommunu.

17 av bestu verkunum hjá listamanninum hevur Kinna valt út til framsýningina. Og hóast tað ikki hevur verið lætt at velja, ivast Kinna ikki, tá hon verður spurd, hvat tað er við Nólsoyarmálarnum, sum er so hugtakandi

- Tað, sum serliga gjørdi, at eg fekk tokka til listamálaran er hansara originalitetur og so sterka einsemiskenslan í verkunum, sum eg altíð havi hildið verið serstakliga rørandi. Haldi ofta, at mentan og list gerst so uppblást og sjálvhátíðarlig. Hjá Steffan er tað beint tvørturímóti, sigur Kinna og vísir á, at hansara myndir eru so herliga niðri á jørðini, samstundis sum tær hava eitt so merkiliga lætt og ivaleyst flog.

- Og so royna tær ikki at vera listarligar - tær eru tað heilt einfalt, leggur hon afturat.

 

Ótilgjørdur

Hóast Steffan Danielsen er at meta sum ein meistari innan føroyska málningalist, telist hann ikki millum okkara kendastu listafólk. Hetta hongur uttan iva saman við, at heili 28 ár eru síðani, hansara verk seinast vóru at síggja á eini stakframsýning. Ein onnur orsøk er ivaleyst eisini, at Steffan Danielsen ikki er so lættur at fáast við sum listamálari, vísir Kinna á.

- Hjá øðrum stórum, føroyskum listamálararum er tað lutfalsliga lætt at fylgja teirra útvikling frá áhugatekning til skúlagongd og naturalistiskum skitsum til ein meira sjálvstøðugan stíl. Steffan er sjálvlærdur og hevur fleiri stílir, og kronologiin í hansara verki er als ikki eins forútsigilig sum hjá øðrum listafólkum. Til dømis er tann monumentali og nationalromantiski “Varðin“ (1970) nýggjari enn aðrar at síggja til nógv meira modernaðar myndir sum eitt nú “Grótlaðing” frá 1958.

Meðan Steffan Danielsen sostatt ikki er lættur at flokka, er ongin ivi um, at hann er ein føroyskur málari í orðsins sanna týdningi við øllum teimum styrkjum og veikleikum, sum tað hevur við sær.

Í bókini vísir Kinna Poulsen á, at eitt er, at myndir Nólsoyarmálarans raka tað serliga gráa í føroyska lands- og veðurlagnum so neyvt og ektað, sum eingin annar megnar at lýsa tað. Men harumframt tykjast hansara myndir merktar av eini ótilgjørdari eyðmýkt, sum er so egin og at síggja til upprunalig, at hon sýnist púra fyriuttan ta siðmentan, sum í øldir er dyrkað í akademium, konservatorium og universitetum á meginlandinum. Myndirnar eru dømi um, hvussu ósteðgandi og ótamd tann ráa skapanarmegin í roynd og veru er.

 

Høgt virdur

Bókin um Steffan Danielsen, sum Emil Juul Thomsen í Nólsoy hevur arbeitt við í mong á, eigur sín stóra lut í at forkunnuga framsýningin nú verður veruleiki. Eitt nú hevur Emil innheintað rættindini til myndirnar hjá Nólsoyarmálaranum og syrgt fyri at fáa tær avmyndaðar.

Kinna greiðir frá, at hugskotið til framsýningina komst av, at Birgir Kruse og Ovastevnunevndin høvdu fingið frænir av bókaútgávuni hjá Emil.

- Vit spurdu so Emil og sonin Bjørn, um tað fór at bera til at hava eina framsýning á Ovastevnu og tað var í lagi. Húsini hjá Emil og teimum liggja beint við barnagarðin, har framsýningin verður, so tað var ikki trupult at fáa myndirnar fluttar yvir hagar, sigur Kinna.

Við framsýningini vónar hon ikki bara, at fólk fara at fáa eyguni upp fyri einum av okkara allarbestu listafólkum.

- Eg haldi eisini, at tað er nakað heilt serligt at uppliva Nólsoyarmálaran úti í Nólsoy, og hesa uppliving haldi eg, at fólk eiga at unna sær.

Spurd hvønn týdning Nólsoyarmálarin hevur havt fyri føroyska list ella hvørji spor hann hevur sett eftir seg, sigur Kinna, at hon ikki hevur møtt einum tí einasta listafólki, sum ikki hevur allarstørstu virðing fyri Steffani Danielsen.

- Føroysku listafólkini, sum eg havi tosað við, eru eisini sera spent upp á bæði framsýningina og bókina. Í sambandi við bókina havi eg millum annað prátað við Janus Kamban og Zacharias Heinesen, og teirra virðing fyri Nólsoyarmálaranum var heilt týðilig. Men hvørji beinleiðis spor hann hevur sett seg, veit eg ikki rættiliga. Kanska sæst ein vissur íblástur frá Steffani Danielsen í onkrum myndum hjá Tommy Arge, grunar Kinna Poulsen men steðgar so eitt sindur á

- Tað er ilt at siga, tí Steffan var so ótrúliga egin og er als ikki lættur at eftirlíkna

 

------------------------------

Nólsoyarmálarin á Ovastevnu

 

Framsýningin við 17 verkum eftir Steffan Danielsen letur upp leygardagin klokkan 15 í hølunum, har barnagarðurin Látrið plagar at halda til í Nólsoy.

Heðin Mortensen borgarstjóri setir framsýningina kl 15:30 og kl 16:00 hugleiðir Kinna Poulsen um Nólsoyarmálaran og nýggju bókina um hann, sum Bókagarður gevur út í næstum.??

--------------------------------------

»Á Geilini«

 

Ein av yndismálningunum hjá Kinnu Poulsen er málningurin “Á Geilini”, sum hon lýsir soleiðis í bókini um Steffan Danielsen

Sjónarmiðið er rættiliga lágt og tykist statt á einum krossvegi, ið fyllir meginpartin av forgrundini. Miðskeiðis, ovaliga tykjast trý hús líkasum krøkja seg í hvørt annað og verður hetta húsatyssið til høvuðsmyndevni í myndini. Bygdalagslýsingin tykist veruleikalík og eyðkent neyv í staklutum; t.d. sæst hvar vindeyguni eru opin. Ljós- og litárin eru helst eisini veruleikalíkt dagsljós, ið kemur ovaliga frá vinstru. Heilt ovast í vinstru síðu á myndini er himmalin myrkagráur. Litirnir eru fyri tað mesta gráleiddir við brúnum, grønum, hvítum og svørtum, ið tilsamans geva eina kalda heild við undantøkum í bjartu gulu og reyðu litbrigdunum, sum eru báðumegin í myndini. Perspektivið er serligt við tað, at myndin hevur tveir rætningar og altso tvey hvørvingspunkt. Áðurnevnda húsatyssið er sostatt sett á skák við húsarhorninum fremst í eini óhugnaligari, monumentalari lýsing. Sjónarhornið er lágt og harvið sæst eitt rættiliga fitt petti av gøtuni og av tí, at myndaskapið er avlangt og smalt, má tað afturfyri skerast av myndevninum í erva, har vit bara akkurát fáa húsatrom og skorstein á tí ovasta húsinum við. Á sama hátt sum vit síggja í fleiri av myndunum hjá Steffani Danielsen eru summir av teimum avmyndaðu staklutunum sera veruleikakendir, meðan hann ikki hevur givið sær eins nógv far um aðrar. Hetta er t.d. galdandi fyri perspektivtekningina, sum í støðum er realistisk, meðan t.d. ovastu vindeyguni í svørtu húsunum uttast til høgru eru skeivt teknað í mun til hvussu linjurnar skulu vera í einum røttum matematiskum perspektivi. Løgna valið av perspektivi og sjónarhorni geva ein ávísan fjarleika til tey avmyndaðu húsini. Manntóma gøtan, sum gerst so sjónsk, av tí hon fyllir so nógv á myndini, dregur saman við gráa ljósinum, kompleksa perspektivinum fram eitt heldur dapurt og trupult huglag, ið ber brá av einsemi og persónligum máttloysi...