Í dag klokkan 17.30 byrjar eitt forvitnisligt nólsoyarkvøld í Royndarhúsinum í Nólsoy, har Poul Vang fer at siga frá sínum uppvøkstri í Nólsoy og frá sínum arbeiði, bæði á sjógvi og landi.
Tiltakið í Royndarhúsinum verður ein kvøldseta, har Maud Wang Hansen fer at bjóða vælkomin klokkan 17.30, og klokkan 18 byrjar sjálv samrøðan við Poul Vang, sum Jógvan Arge fer at leiða.
Væntandi er, at Poul Vang fer at greiða frá í ein góðan tíma ella so, og klokkan 19.15 verður ábit við føroyskum mati, felagssangur og tónleikur á skránni.
Sagt verður um mannin úr Stuttholi í Nólsoy, at hann er óførur frásøgumaður. Hann dugir bæði at yrkja og syngja - og so tosar hann enn eisini nólsoyarmál.
- Kostnaður fyri hvønn persónin við mati og øllum verður einans 100 krónur, og vit vóna, at nógv vilja njóta hesa løtu saman við okkum, siga fyrireikararnir í Nólsoy.