Nólsoyarferjan flýtur enn

Bjarni Djurholm, sum undir undanfarnu ABC-samgongu umsat Strandferðsluna, spyr nú Johan Dahl, vinnumálaráðharra, um arbeitt verður víðari við ætlanunum um nýggja nólsoyarferju

Bjarni Djurholm tók aftur sæti á tingi, tá nýggj ABC-samgonga varð skipað fri stuttum. Hann umsat samferðslumál, tá málið um nýggja nólsoyarferju byrjaði. Seinni yvirtók Jacob Vestergaard málið.

Undir CHE-samgonguni hendi einki við nýggjari ferju til Nólsoyar, men nú nýggj ABC-samgonga hevur tikið við, spyr Bjarni Djurholm, hvat málið um nólsoyarferjuna flýtur.

Hann hevur sett soljóðandi fyrispurning fram:

1) Hvussu langt er komið við fyrireikingunum til projekteringina av nýggjari ferju til Nólsoyar?

2) Verður arbeitt við sama ferjuuppskoti, sum fyrra ABC-samgonga arbeiddi við?

3) Hvussu nógvir pengar verða settir av til projekteringina og bygging í 2009?

4) Veit landsstýrismaðurin um ætlan er at játta pening at dýpa innsiglingina til Nólsoyar havn, soleiðis sum skotið varð upp á heysti 2007?

 

Í viðmerkingunum sigur Bjarni Djurholm soleiðis:

»Undanfarna ABC-samgonga sjósetti fyrireikingarnar til nýggja nólsoyarferju. Á heysti 2007 var skitsuppskot liðugt og lagt fyri bygdarfólkið í Nólsoy til kunning¬ar og viðmerkingar.

Táverandi landsstýri skjeyt í fíggjarlógaruppskotinum fyri 2008 upp, at seta 4 milliónir krónur av til projektering av skipinum. Projekteringin skuldi vera liðug á heysti 2008 og byggingin byrja við ársenda í ár.

 

25 til 30 milliónir

Harumframt var løgtingið biðið um 1 mio kr at dýpa innsiglingina til Nólsoyar Havn, so at innsiglingin gjørdist betur egnað til størri ferju (er nú málsøki hjá Innlendismálaráðnum).

CHE-samgongan hevði ikki nólsoyarskipið ella dýpingina við í fíggjarlógini fyri 2008, hóast allar fyrireikingar frammanundan vóru greiddar, so at farast kundi undir projek¬t¬eringina. Tískil er heilt fíggjarár nú farið fyri skeyti.

Nýggj nólsoyarferja kostar væntandi millum 25 og 30 mio kr og var ætlanin at játta peningin yvir tvey fíggjarár.

Ritan er skjótt 40 ára gomul, og hóast hon er sjógóð, so er hon púra ótíðarhósk¬andi til nútíðar ferða- og farmaflutning til bygd við útvið 300 fólkum.

Skal Nólsoyggin mennast og bygdafólkið annars støðast, so er fyrsta fortreytin, at nólsoyingar fáa nýggja ferju til flutning um fjørðin«.

 

Enn óvist

Johan Dahl svaraði fyrispurninginum á tingfundinum í morgun. Til fyrsta spurning segði landsstýrismaðurin, at ferjan er liðugt teknað og prosjekterað og sum so klár at fara í útboð. Metti samlaði prísurin fyri ferjuna var í 2007 umleið45 milliónir krónur.

Felagið, sum prosjekteraði skipið, metir, at um ein líknandi ferja verður bygd til kallsoyarleiðina, kann prísurin fyri skip nummar tvey minkast við umleið 20%.

Til spurning tvey svaraði Johan Dahl, at talan var um sama skip, sum undanfarna ABC-samgonga arbeiddi við.

Til spurningin um, hvussu nógvur peningur er settur av til verkætlanina svaraði Johan Dahl, at einki var sett av í fíggjarlógini fyri 2009. Samstundis vísti landsstýrismaðurin á, at talan var um eina umsitingarliga framskriving av verandi fíggjarlóg, og at tað bleiv viðgerðin á løgtingi sum fór at avgera, um pengar verða avsettir til nýggja nólsoyarferju í 2009.

At enda segði vinnumálaráðharrin, at spurningurin um dýping av havnini ikki liggur undir hansara málsøki, men undir innlendismálaráðnum. Men eins og við ferjuni sjálvari verður tað spurningurin um politiska raðfesting sum ger av, um peningurin verður játtaður til hetta endamál á fíggjarlógini fyri 2009.

So alt í alt má sigast, at málið enn er rættiliga óvist.