Nólsoyar ítróttarfelag undir virksemi aftur

Leggja út við kappróðri og borðtennis

Nólsoyar ítróttarfelag, NÍF, fer nú undir virksemi aftur, eftir at hava ligið stilt í fleiri ár.

Tað sigur NÍF á Facebook.

– NÍF er vaknað aftur úr dvala. Eftir eina tíð uttan skipaðan ítrótt í Nólsoy, eru hjólini farin at mala aftur, vónandi skjótari enn nakrantíð fyrr, skrivar felagið.

Sum partur av nýggja virkseminum ynskir felagið eisini eitt "facelift", og í tí sambandi er útskrivað ein búmerkjakapping.

– Gamla búmerkið hjá okkum frá 1968 hevur tænt okkum væl, men tá okkara líkar sum HB, B36 og Manchester United hava dagført síni búmerki, so halda vit at túrurin er komin til okkum, sigur felagið, ið kundi hugsað sær eitt búmerki, har litir felagsins, reytt og svart, ganga aftur.

– Tað er tó ikki nakað krav, leggur felagið aftrat.

Sum skilst leggur NÍF út við tveimum ítróttargreinum, kapprógving og borðtennis. Romulus er longu mannaður, og nýggjur Tarvur er komin til bygdina. Farið verður nú undir at skipa fyri borðtennis, so mikið sum koronuumstøðurnar einaferð loyva, sigur NÍF.

Arbeitt verður eisini fram móti at hava ein ítróttardag í Nólsoy komandi summar, sum skal vera opin fyri øllum. Ætlanin er, at kappast verður í fleir ymskum og undirhaldandi greinum, og avgerð er eisini tikin um at skipa fyri Nólsoyar sterkasta manni og Nólsoyar fimastu kvinnu á ítróttardegnum.