Nólsoyar Páll í Snarskivuni

Rannvá Mortensen lat hósdagin framsýning upp í Snarskivuni. Fitt av fólki hevði leitað sær til fernisering. Heðin Mortensen, borgarstjóri, bjóðaði vælkomnum, og síðan spældi Mia Káradóttir eitt brot úr Syrinx hjá Debussy.
Málningarnir hjá Rannvu Mortensen eru flest allir gjørdir seinasta árið, og íblásturin hevur hon fingið úr nógvum ymiskum hendingum og støðum.
Myndin av Nólsoyar Páll er ein av teimum heldur sermerktu, har málningur og myndamontaga renna saman í eina hægri eind. Rannvá segði seg dáma væl at arbeiða við montagum, og myndin av Nólsoyar Páll var ognað tjóðskaparstríðnum.
Framsýningin sæst í Snarskivuni mánadag til fríggjadag 9.00-16.00, tó hósdag til klokkan 18.00.