Nólsoyar Páll skal framaftur

– Eitt er í øllum førum vist, at standmyndin av Nólsoyar Páll skal ikki goymast burtur.

 

Tað sigur nýggi formaðurin í mentanarnevndini hjá Tórshavnar býráð, Annfinn Brekkstein. Hann sigur, at hann var ímóti avgerðini hjá undanfarna býráð um at taka standmyndina niður.

– Eg var við í viðgerðini av torginum í Vágsbotni, og mær dámdi væl partar av ætlanini, men eg kendi meg als ikki aftur í tí, sum tað endaði við. Hjá mær var tað eitt ófrávíkiligt krav, at ferðslan um Vágsbotn skuldi ikki steðgast.

Annfinn Brekkstein vil ikki siga so nógv ítøkiligt um ætlanirnar við standmyndini. Hann vísir á, at nevndirnar ikki eru farna til verka enn og vísir til tíðindafundin í morgin, har nýggi meirilutin fer at leggja sínar ætlanir fram fyri fjølmiðlarnar.

Hann sigur, at tey hava ætlanir við Nólsoyar Páll, sum ikki eru heilt búnar enn, og at hann skjótt fer at venda aftur til málið.

– Men Nólsoyar Páll skal ikki goymast burtur, tað er heilt víst, sigur nýggi formaðurin í mentanarnevndini, Annfinn Brekkstein.

Tað var beint eftir býráðsvalið 10. november í fjør, at Tórshavnar kommuna fór undir at taka standmyndina av Nólsoyar Páll niður. Hon hevði tá staðið á torginum í Vágsbotni í fjórðings øld.

Beinleiðis orsøkin var, at skoytubreytin skuldi leggjast á torgið í Vágsbotni, men langtíðarfrágreiðingin var, at ætlanir eru um at umbyggja torgið, har flísar skulu leggjast á soleiðis, at torgið kann nýtast til ymisk endamál. Eitt nú skulu pelar leggjast niður í torgið, sum so kunnu reisast og segl spennast millum teirra, so torgið verður undir taki. Tí var ikki pláss fyri Nólsoyar Páll mitt á torginum, varð sagt.