Nólsoyar Páll á Skálatrøð

Ein, ið nevnir seg borgari í Havn, hevur sent okkum eitt skitsuuppskot um, hvussu økið á Skálatrøð í Havn kundi verið skipað í framtíðini. 

– Av tí at Nólsoyar Páll nú skal flytast úr Vágsbotni, kundi hann verið ein partur av hesum uppskotið, sigur hann.

Hesin borgarin vísir á, at eins og vit síggja í fleiri øðrum londum kring okkum, so verður nógv gjørt  burturúr at byggja kanalir og vatnspegl, tí slík støð draga okkum menniskju at sær.

– Á viðfestu mynd er eitt skitsuuppskot, har vit grava av aftur part av Skálatrøð (leyst grót) so fáa vit eitt 1-2m djúpt vatnspegl við brúgvum og "oyggjum". 

Innan fyri er bilhús, sum eisini kann rúma smáhandlar, kafe o.a.

Vegastrekkið framvið Skálatrøð verður flutt aftur um bilhúsið, so vit hevur "waterfront’in" frían fyri bilaferðslu, sigur borgarin í hesum uppskoti.

Framtíðar Skálatrøð:

- 4-500 parkeringspláss

- smáhandlar

- útilív við cafe v.m

- sambinding við Vágsbotn

- eitt vatnspegl til trivnað á sól síðuni har Nólsoyar Páll eisini fær sítt pláss úti á vánni.

 

Borgari í Tórshavn