Í kjalarvørrinum av uppskotinum hjá Magnusi Hansen um flogvøll í Nólsoy, hevur landsstýrismaðurin í samferðslumálum, Bjarni Djurholm, biðið Landsverk um at gera kanningar av oynni.
Avgerandi er, um Nólsoy typografiskt er egnað at byggja flogvøll á, og um so er eigur eisini at verða tikið við, at ein undirsjóvartunnil má gerast, tí tað er ikki hugsingur um at flyta fólk um fjørðin við ferju.
- Nólsoyggin er sera áhugavert øki, ikki minst tí at veðurmátingar eru gjørdar har í mannaminnir. Hesar mátingar saman við vitan hjá lokalum fólki vísa, at vindviðurskiftini eru sera støðug, og tí verður hetta øki tikið í fullum álvara, sigur Bjarni Djurholm.
Landsstýrismaðurin vísir annars á, at veðurkanningar vanliga taka eini trý ár, men hetta skuldi so ikki verið neyðugt í Nólsoy, tí kanningar hava verið gjørdar har í fleiri mansaldrar.
Røddir hava eisini verið frammi um, at Svínoyggin kundi verið eitt áhugavert stað at leggja ein flogvøll, men eins og onnur uppskot verður í tí førinum eisini talan um ein flogvøll við einari breyt og ikki sum í Nólsoy við krossbreyt. Og hetta verður av flogskiparum mett at vera ein avgjørdur fyrimunur.
Í 2015 í fyrsta lagi
Tað er norska fyritøkan Asplan Viak AS, sum ger kanningarnar, og danska Rambøll hevur og skal síðani eftirmeta kanningarnar. Harumframt skal ein bólkur gera eina »second opinion« fyri at metingarnar skulu verða so greiðar sum tilber.
Við í metingunum er eisini undirsjóvartunlar til Svínoy ella Nólsoyar, umframt at roknað verður við, at ein slíkur eisini verður gjørdur út í Sandoynna.
Mett verður, at ein slíkur tunnil til Svínoyar fer at kosta einar 350 milliónir, meðan ein tilsvarandi tunnil til Nólsoyar fer at liggja um 600 milliónir.
Verður roknað við vindmátingum í eini tvey til trý ár, eitt til tvey ár at gera verkætlan og eini trý til fýra ár at byggja, kann ein nýggjur flogvøllur í fyrsta lagi standa klárur um ár 2015.
Áðrenn Nólsoyggin kom upp á tal vóru mest sum bara tvey alternativir, hugsað var um, nevniliga Søltuvík á Sandoynni og Glyvursnes. Skorðhæddin í Eysturoy var eisini upp á tal, men bæði Asplan Viak og Rambøll mæla frá at byggja flogvøll har. Seinni er eisini komið fram, at Skúvoyarfjørður er herviligur til turbulens, og út frá tí tykist ikki skilagott at leggja ein flogvøll í Søltuvík.
Tá talan er um prís metir landsstýrismaðurin, at best egnaða staðið eigur at verða funnið, og at nakrar milliónir hendan ella handan vegin ikki er so avgerandi, ikki minst tá hugsað verður um, at ein slík íløga skal vara fleiri árhundraðir inn í framtíðina.