Nólsoy fingið brandbil

Sløkkiliðið í Nólsoy hevur nú fingið ein brandbil frá Brandstøðini í Havn. – Hetta fer at lætta munandi um arbeiðið og merkir, at vit kunnu verða nógv fyrri á staðnum, sigur Nicolaj Falck, annar av brandleiðarunum

Fyrsti eldurin í Nólsoy sum menn vita um var í desember 1973, tá eldur festi í eini sethús norðaliga í bygdini, og tá avtornaði vóru tvey hús brend í grund.

Seinni hava verið tveir eldar í Nólsoy í 80-unum, í øðrum førinum brendu húsini í grund, meðan tað í hinum førinum bar til at avmarka skaðan.

Hetta førdi til, at nólsoyingar settu á stovn eitt bjargingarfelag, sum samstundis skuldi virka sum eitt sløkkilið, og hetta felagið hevur virkað meiri og minni aktivt líka síðani.

Eftir samanleggingina millum Nólsoyar og Havnar kommunu hevur sløkkiliðið verið meiri formaliserað, og er nú eitt sløkkilið við regluligum venjingum, og er nú komið undir leiðsluna hjá Brandstøðini í Havn.

Hetta hevur eisini ført til, at fleiri av limunum í sløkkiliðinum í Nólsoy hava tikið roykkavara skeið.

Og nú er so komin ein brandbilur í oynna.

- Hetta fer at lætta ógvuliga nógv um hjá okkum. Vit hava higartil skula farið við brandpumpu oman á keiina at pumpa sjógv til at sløkkja við. Nú kunnu vit verða munandi skjótari á staðnum, og kopla til ein brandpost, sigur Nicolaj Falck, sum saman við Mikkjal Holm er leiðari fyri sløkkiliðnum í Nólsoy.

 

Byggja brandstøð

Bilurin, sum nú er komin til Nólsoyar, er ein bilur frá Brandstøðini í Havn.

- Vit høvdu ein brandbil her úti á Ovastevnu sum eina roynd. Tað var ein eldri bilur, og hann startaði illa, so tá stevnan var av, fór hann inn aftur til Havnar, har tað var meiningin, at hann skuldi umvælast soleiðis, at hann var í nýtiligum standi, sigur Nicolaj Falck.

Men inni á Brandstøðini gjørdu teir av, at lata sløkkiliðnum í Nólsoy ein annan og nýggjari bil.

- Hetta er ein nógv betri bilur við automatiskum gearum, og hann er í allar mátar lættari at arbeiða við, sigur Nicolaj Falck.

Farið verður nú undir venjingar við nýggja bilinum. Hann skal mannast við í minsta lagi seks monnum av teimum átta, sum standa á listanum. Men til samans eru einir 15 mans knýttir at sløkkilðnum í Nólsoy.

Fyribils er ætlanin at bilurin skal standa í smiðjuni hjá Magnus Thomsen, men kommunan hevur ætlanir um at byggja eina 500 fermetrar stóra brandstøð í tveimum hæddum á keiøkinum undir Klivum.

- Vit arbeiða alla tíðina við at styrkja um sløkkiliðið, og í tí sambandi ætla vit at fáa nøkur konufólk við, tí tey eru oftast tær, sum eru á staðnum um dagarnar, sigur Nicolaj Falck.

Kartni Jacobsen var í dag úti í Nólsoy og setti leiðararnar av sløkkiliðnum inn í funktiónirnar á nýggja brandbilinum.