Vit hoyrdu Livar Nysted, ið júst hevur róð um Atlantshavið saman við 3 øðrum, siga í útvarpinum: “Eg havi so mangan hugsað um Ova, heilt einsamallur, kaldur og vátur hálvanannan mánað á sjónum.” – Tað er hetta, sum ger Ova og ferð hansara til nakað heilt serligt - at hann var heilt einsamallur. Ja, einsamallur á ferðini; men rundan um hann stóðu hansara kæru og onnur, ið stuðlaðu og trúðu honum. Tey, og serliga mamman - Olevina, mundu eiga ein stóran leiklut í hesum roysni. Eg minnist enn røddina á Ova: “Heilsa mær mammu”, hesi orð vóru altíð endin á samrøðunum, tá ið fjølmiðlar o.o. tosaðu við hann á ferðum hansara.
Sum barn á Velbastað minnist eg serliga 4 nøvn úr Nólsoy, sum ofta vórðu havd á lofti í heimi okkara; tey vóru: Niels á Botni, kendi fuglaútstapparin, ið var navnframur langt út í heim fyri sín náttúrufrøðiførleika. Richard í Kongsstovu, í dag elsti maður í Nólsoy, ið varð fermdur saman við pápa mínum í 1927, tá ið tann tiltikna kavaódnin brast á undir sjálvari fermingini í Havnar kirkju, og allar Føroyar at kalla kavaðu undir í leypi av eini gudstænastu. Hóast teir báðir ikki slitu gáttirnar hvør hjá øðrum, so var trúskapurin stórur, ið helt alt lívið. Og so vóru tað sjálvandi Nólsoyar Páll og mamman, Súsanna Djónadóttir, sum var ættað av Velbastað, og tí gjørdi tað, at vit hildu okkum eiga nokkso fitt petti av Nólsoyar Pálli. Sambært bókini “Lívssøga og irkingar”, ið Jákup doktari skrivaði um Nólsoyar Páll í 1908, so var Súsanna ein ógvuliga vitug, fróðlig og íðin kona. Hon gjørdist tíðliga einkja við 7 børnum, og mundi tí hava størstu ábyrgdina av barnauppalingini, og sigur sama kelda, at hon vandi dreingirnar upp til at vera sjálvbjargnar. Súsanna sigst eisini at hava lært nólsoyingar at kasta nót, hon var sjálv við, tá ið nót varð kastað, og tað sigst, at hon var formaður, tá ið tey kastaðu nót í Nólsoy. Jú, óivað hevur hennara íkast verið ein góð barlast hjá tjóðarhetju okkara, Nólsoyar Pálli.
Í mínum uppvøkstri hoyrdi eg somuleiðis um fleiri dansiferðir hvør hjá øðrum; nólsoyingar og velbastaðfólk. Hesar dansiferðir bóru altíð boð um góðan dans og góðan vertskap, og sjálv fekk eg akkurát um endan av onkrari slíkari veitslu í Ungmannafelagnum Sólarmagn á Velbastað. Nólsoyingar høvdu sítt sermerkta dansilag, og hvør kundi umganga at bíta merki í kvæðaupptøkurnar hiðani úr bygdini, ið Útvarpið plagdi at senda í dansitíðini.
ST hevur lýst 2010 at verða lívfrøðiligt margfeldisár, tí lívfrøðiligt margfeldni er undir hørðum trýsti í øllum heiminum, og í alheiminum eru minst 16.000 djóra- og plantusløg hótt, og talið er vaksandi. Høvuðsorsøkin til hesa hóttan er av menniskjaávum. Lívfrøðiligt margfeldni er ein treyt fyri, at náttúran kann liva áhaldandi, og náttúran er sum kunnugt ein fyritreytin fyri, at vit kunnu liva og trívast. Slíkt, sum vit taka sum eina sjálvfylgju, er hótt; so sum rætturin til mat, reint vatn, fuglasong, plantuvøkstur v.m.
Men, tað er annað enn lívfrøðin, ið er hótt av menniskjaávum - tað eru eisini mentanir, tungumál, fólkasløg, smátjóðir og onnur sereyðkennir. Í síðstu viku helt Thomas Hylland Eriksen, professari í antropologi á Universitetinum í Oslo, áhugaverdan fyrilestur í Havn um lívfrøðiligt og mentanarligt fjølbroytni. Í fyrilestrinum umrøddi hann gongdina av máloyðingini í heiminum; at hvørt eitt einasta ár doyggja fleiri tungumál, og at heimurin við hesum gerst alsamt fátækari. Eisini umrøddi hann alheimgerðina, og hvussu vit stremba eftir, at alt skal gerast so einstáttað og einsháttað, sum gjørligt. Og samstundis, sum vit alsamt gerast meira og meira eins, so stremba vit eftir at skilja okkum út. Tað liggur til menniskja at hava sereyðkenni, at standa fyri nøkrum, ja, at hava ein samleika. Samleiki stuðlar okkum í at standa saman, og fjølbroytni fremur skapanarhuga.
Man ikki henda sjálvgóðsku ella egoismunar alda, ið hevur verið yvir okkum síðstu árini, verða ein avleiðing av alheimgerðini? Samhaldsfesti og samanhald hevur fingið skot fyri bógvin. Kenda ørindið úr Fuglakvæðnum hjá Nólsoyar Pálli livir enn sítt virkna lív:
Kjógvi við sítt klipta vel?hugsar við sjálvum sær:?"Vertin á, hvat annar fær!?eg skal nøra at mær."
Tíðin, ið vit liva í, líkist meira og meira hugburðinum hjá kjógvanum. Alt snýr seg um meg og mítt. Hví munnu børnini nú á døgum verða farin frá at siga “mamma” og “pápi” – til at siga – “Mín mamma” og “Mín pápi”?
Samstundis eru vit í tí sokallaðu altjóðagerðini. Alt verður eins, nútíðin vil ikki vita av frábrygdum. Er tað rætt? Er tað rætt at mál doyggja? Fyrst doyggja bygdamálini, og so doyggja smámálini; og at enda verður kanska bert eitt mál í heiminum? Málið er jú ein hornasteinur undir samfelagnum, og taka vit ein hornastein úr grundini, vita vit, hvat ið hendir.
Tað er rós vert, at nólsoyingar hava varðveitt sítt bygdarmál, hóast stutta teinin til Havnar. Vórðu ikki bæði nósloyingar og vit øll nógv fátækari, um nólsoyingar ikki livandi nýttu sítt eyðkenda og sermerkta nólsoyarmál?
Sagt er, at ein kann fylgja við tíðini, uttan at fylgja streyminum.
Nólsoyingar standa frammanfyri eini stórari avbjóðing í at megna at verja sín samleika, sítt mál, sína náttúru, sítt djóralív - og ikki minst Drunnhvítan í oynni. Tí fyrst løgdu teir saman við stórkommununi. Sjálv haldi eg, at hetta samstarv hevur gingið væl, og mín vón er, at teir framhaldandi fara at krevja sín rætt og sláa nevan í borðið, tá teir ikki verða hoyrdir nóg væl á Vaglinum í Havn. Og nú, nólsoyingar hava fingið bilferju at sigla út í oynna, fær samleikin eina enn størri avbjóðing. Og mín innasta vón er, at nósloyingar framhaldandi fara at vera teir nólsoyingar, teir altíð hava verið og ikki fara at bleikjast burtur í øllum meldrinum. Nólsoyarbygd má ikki enda sum ein einkisigandi sovibýlingur í Havn. Men hetta kemur ikki av sær sjálvum, hetta krevur samanhald; og tað haldi eg er eitt av tí týdningarmiklasta nólsoyingar eiga, og sum verður prógvað bæði við ávikavist Ovastevnu, kabarettini, Romulus og mongum øðrum góðum sereyðkennum.
Nólsoyggin hevur ikki verið fyri so stórum bakkasti, sum aðrar oyggjar hava, tá ið umræður fólkafráflyting - her hava fólk eisini flutt til oynna, og tað er áhugavert og vert at leggja sær í geyma.
Ovastevna er ikki sum aðrar bygdastevnur, festivalar ella Ólavsøka, nei Ovastevna er nakað heilt fyri seg. Hví, jú tað er tí, at tað eru nólsoyingar sum eru vertir og fyriskiparir – Ovastevna er orginal, hon er ektað – hon skapar eisini mentanarligt margfeldni.
Tað er júst eitt ár síðani, at eg sum forkvinna í teknisku nevnd var við til at avhenda lidna kloakk- og asfaltarbeiðið í bygdini og at seta pumpuskipanina í gongd. Tí gleðist eg serliga nógv um, at bátarnir frá Regattasiglingini og svimjararnir um Nólsoyarfjørð nú kunnu koma inn á eina reina vík eftir loknan tein.
Ovi gjørdi eitt bragd, rundan um hann stóðu fólkið, ið stuðlaðu honum. Nólsoyar Páll smíðaði Royndina Fríðu, men ikki einsamallur, sigldi millum lond, men ikki einsamallur. Mamman, Súsanna Djónadóttir kastaði nót, men hon hevði einki gjørt einsamøll. Vit hava brúk fyri slóðarum, men ikki bara teimum; vit hava brúk fyri øllum – okkum øllum.
Mín vón er, at Nólsoy framhaldandi varðveitir sín sterka nólsoyar samleika, ið gevur mentanarligt margfeldni og er við til ríka land okkara.
á Ovastevnu










