Í ár verður filmsskúlin - Nóllywood - hildin í Nólsoy í døgnum, 1.-8. juli.
Men, hvat er Nóllywood?
Nóllywood er eitt filmsskeið fyri ung millum 14 og 18 ár. Luttakararnir búgva og arbeiða saman í eina heila viku, har tey fáa innlit í ástøði í filmsgerð og møguleikan at gera filmar í felag.
Á skeiðnum verða sterk vinarbond knýtt, og luttakararnir læra ein heilan hóp.
- Um tú vilt læra at gera film, skriva eitt filmsleikrit, taka film upp og klippa ein film saman, ert tú vælkomin at verða við á filmssummarskúlanum Nóllywood.
Í ár verða umstøðurnar serligar, tí nú vendir Nóllywood aftur til røturnar. Filmsskúlin verður nevniliga í Nólsoy, og tilmeldingarfreistin er sett til 15. mai.
Hjá Klippfisk, sum stendur aftan fyri Nóllywood, siga tey, at tað er avmarkað pláss á filmsskúlanum, men fólk, sum kundu hugsað sær at verið við, eru vælkomin at venda sær til Klippfisk.