Nálir á Svangaskarði

Í hálvleikssteðginum í dystinum millum Føroyar og Litava seinasta mikudag, var tíðin loksins komin, tá FSF skuldi heiðra leikararnar, sum seinastu nógvu árini hava sett Føroyar á altjóða fótbóltskortið.
Hetta hevur uttan iva verið nakað, sum leikararnir hava ótolnast eftir, og skemtisøgurnar um, tá Jens Martin hevur handað skeiðir og gaflar av døgurðaborðinum eru eisini fleiri í tali.
Nú sleppur aldursforsetin tó undan hesum tátti, tí framyvir verða nálir latnar øllum teimum, sum umboða føroyska landsliðið á tí pallinum, sum eitur A-landsdsdystir hjá monnum. Fyrstu ferð leikari er á liðnum, verður ein bronsunál latin. Silvurnál verður latin teimum, sum røkka 25 dystum og gullnál er so til teir, sum koma upp á hálvthundrað dystir.
Enn er ikki gjørt av, hvørt talan verður um aðrar heiðursgávur, um dystartalið verður enn størri, men ein leikari sum Óli Johannesen fer nú av álvara at nærkast teimum 75, og so er spurningurin, hvørt talan eisini tá verður um nakra gávu.