Nú liggja bátarnir trygt

Árnafjørður: - Nei, tað er púrasta hvør sítt her í bátahylinum: Fyrr var einki sum vardi bátar okkara, men í dag kunnu vit hava teir liggjandi trygt her, sigur árnfirðingurin og bátaeigarin, Tórmóður Árnatón. - So tú skilir, at her er munur á.

Tórmóður er ein teirra sum fegnast um arbeiðið hjá Klaksvíkar kommunu at tryggja bátaeigarum bestu kor.

Í dag kunnu teir, ið fáast við alivinnu og teir sum fáast við hummara ella rógva út í Árnafirði, lætt og einfalt sleppa at landi í bátahylinum.

Og tey sum rógva kapp við Árnafjarðar Kappróðrarfelag kunnu somuleiðis lætt og einfalt draga bátar sínar úr sjónum og inn í væl útgjørda neystið á havnalagnum.

- Nú hava teir so eisini lagt ein bylgjubrótara út í summar. Tí verður spennandi at vita, um vit kunnu hava bátarnar liggjandi her um veturin, vísir Tórmóður á.

- Her hevur altíð súðað illa, men eg vænti, at bylgjubrótarin fer at bøta rættiliga nógv uppá tað. 


Landnyrðingur-norðan

Ringasta ætt í bátahylinum í Árnafirði er landnyrðingur-norðan. Nú verður so bíðað eftir, til hann næstu ferð verður høgur í ættini.

- Tað var vist eisini uppá hægstu tíð, at okkurt varð gjørt her í bátahylinum. Nú er nógv lættari at vera bátaeigari her í bygdini, sigur Tórmóður Árnatón, sum í hesum sambandi eisini takkar formanninum í havnanevndini í Klaksvíkar, Atla S. Justinussen fyri hetta arbeiðið. 




TRYGGARI

- Tað er munandi tryggari hjá okkum at hava bátin liggjandi her í bátahylinum, sigur Tórmóður Árnatón