Nú letur blákrossbúð upp í Klaksvík

Í eina tíð hevur verið arbeitt við at lata eina Blákrossbúð upp í Klaksvík. Hølir eru nú fingin til vega og arbeitt verður við at finna sjálvboðin arbeiðsfólk

Í eina tíð hevur verið arbeitt við at lata eina Blákrossbúð upp í Klaksvík. Hølir eru nú fingin til vega og arbeitt verður við at finna sjálvboðin arbeiðsfólk, upplýsir bláikrossur á heimasíðu teirra.

– Í viku 51 er ætlanin at lata Blákrossbúðina upp har vit selja klæðir og annað. Handilin kemur at halda til á Klaksvíksvegi 65 – har Dals Vøruhús áður hevur hildi til, skrivar bláikrossur.

Møguleiki er at lata klæðir til handilin. Fyribils er møguleiki at seta posar uttanfyri bilhúsið á økinum.

Endaliga dato fyri upplatingini verður lýst seinni.