Nú leita jarðfrøðingarnir eftir vatni og tómum holum í undirgrundini

Í mong ár hava jarðfrøðingarnir hjá norska oljustýrinum havt til høvuðsuppgávu at leita eftir olju og gassi í undirgrundini undir norska havbotninum. Men nú eru teir settir at leita eft ir vatni og tómum holum í somu undirgrund

Veðurlagsbroytingar?
Jarðfrøðingurin Eva Halland, sum er verkætlanarleiðari hjá oljustýrinum, viðgongur í samrøðu við Aftenposten, at hon og hennara starvsfelagar hava havt eitt sindur ilt við at venja seg við tankan, at tey nú skulu leita eftir vatni heldur enn olju og gassi.
-Hetta er spennandi fyri okkum jarðfrøðingar, men krevur, at vit venda øllum á uppi í høvdinum, sigur hon við blaðið. Í fleiri ár hava hon og starvsfelagarnir kannað undirgrundina undir norska landgrunninum við tí fyri eyga at finna gass og olju. Seismiskar kanningar brúka tey enn, men nú er málið eitt heilt annað.
-Nú leita vit eftir støðum, sum kunnu brúkast til at goyma CO2 í, sigur Eva Halland.

Fleiri lond áhuga
Teir norsku jarðfrøðingarnir arbeiða saman við starvsbrøðrum hjá British Geological Society í Bretlandi. Í fjør samdust norski olju- og orkumálaráðharrin, Terje Riis-Johansen, og bretski orkumálaráðharrin, Lord Hunt, um eina felags verkætlan, sum hevði til endamáls at kanna, um tað ber til at goyma veðurlagsgassið CO2 undir havbotninum í Norðsjónum. Avtalan bleiv undirskrivað í Bergen í sambandi við ráðstevnuna "Climate Change and technology".
Tað eru ikki bara norðmenn og bretar, sum hava hug at kanna, um undirgrundin undir Norðsjónum kann brúkast til CO2-goymslu. Eva Holland sigur, at fleiri lond hava víst áhuga fyri verkætlanini. Tað ber eisini til at goyma CO2 undir landjørðini, men tað eru fólk ikki serliga fegin um, og tann tankin hevur eisini elvt til fleiri mótmæli. Tí peika fleiri lond á undirgrundina undir Norðsjónum sum ein møguleika.

Kanna eisini tørvin
Umframt at finna egnað støð til at goyma CO2 í skulu teir norsku og teir bretsku jarðfrøðingarnir kanna, hvussu stórur goymslutørvurin í Evropa verður, og hvussu nógv CO2 londini í Evropa verða før fyri at reinsa.
Eva Halland ásannar, at tað hevði ivaleyst verið best at havt CO2-goymslurnar so nær teimum størstu dálkingarkeldunum sum gjørligt. Men tað hevði kravt, at goymslurnar skuldu vera uppi á landi, og tá mótstøðan ímóti tí er so stór, er Norðsjógvurin eitt áhugavert alternativ, sigur hon.
Í løtuni arbeiða sjey jarðfrøðingar hjá norska oljustýrinum við verkætlanini, og myndugleikarnir í Týsklandi og Niðurlondum hava sagt frá, at teir vilja fegnir hava at vita, hvat úrslit norðmenn og bretar koma til.
Í sambandi við verkætlanina er eisini ætlanin at kanna, um tær rørleiðingar, sum nú verða brúktar til at flyta olju og gass úr Norðsjónum ígjøgnum, kunnu brúkast til at flyta CO2 av landi og niður í undirgrundina undir Norðsjónum seinni.
Ætlanin er, at norsku og bretsku jarðfrøðingarnir skulu lata eina frágreiðing frá sær í januar næsta ár. Hon skal so brúkast sum grundarlag, tá myndugleikarnir í Evropa fara at tingast um og at leggja ætlanir um komandi CO2-goymslur.
(Kelda: Aftenposten)