Nú leggur Todi upp til málini

Todi Jónsson sat á beinkinum frá byrjan, tá ið Start í gjár spældi ímóti Ham-Kam í norsku landskappingini. Start vann dystin 2-0, og danski álopsspælarin David Nielsen skoraði bæði málini. Hann skoraði fyrra málið í fyrsta minutti, og tað seinna eftir upplegg frá Toda Jónsson í síðsta minutti. Todi kom á vøllin 25 minuttir fyri tíð og skapti fleiri ferðir vandamiklar støður. Nú leggur Todi ofta upp til mál. Hesaferð spældi hann David Nielsen leysan, og tá Start spældi ímóti Ajax í farnu viku, hevði Todi triðseinasta fótin á øðrum málinum og næstseinasta fótin á hinum