Tá Skotland fer at ganga inn á grasvøllin á Svangaskarði grundlógardag, 5. juni, verður tað ikki við vanliga liðformanninum, Gary McAllister, á odda.
Tað varð greitt hósdagin í síðstu viku, tá veteranurin og álitismaðurin á miðvøllinum boðaði frá, at hann hevur spælt fyri síðstu ferð á landsliðnum.
Gary McAllister, sum vinnur til lívsins uppihald og ivaleyst eitt sindur meiri enn tað í Coventry í bestu deildini í Onglandi, er 34 ára gamal, men tað er ikki orsakað av, at sporini eru farin av tyngja, at liðformaðurin á skotska landsliðnum nú ikki ætlar at umboða føðilandið.
Orsøkin er, at hann kendi seg eyðmýktan av pørtum av teimum 44.000 áskoðarunum, sum vóru og hugdu at, tá Kekkia fyri tveimum vikum síðani vann 2-1 móti Skotlandi í Glasgow ? hetta var fyrsta tapið hjá Skotlandi í undankappingardysti á heimavølli síðani 1987.
Áskoðararnir háðaðu liðformannin, og Craig Brown, dámligi skotski venjarin, segði aftaná dystin, at orsøkin til, at hann í 63. minutti skifti McAllister út var ikki, at hann ikki hevði spælt nóg væl, men heldur, at venjarin vildi ikki vera vitni til, at størsti álitismaðurin hjá honum á vøllinum fekk eina alt annað enn virðiliga viðferð av teimum, sum áður hava verið við til at lyfta hann og liðið fram.
Í fjør var McAllister ikki tøkur í langa tíð, orsakað av at hann var skaddur. Tað var orsøkin til, at hann ikki spældi, tá føroyingar vóru í Aberdeen mikudagin 14. oktober. Og nú er altso greitt, at hann verður heldur ikki við, tá Skotland kemur til Føroya.
Tá Føroyar í 1994 á útivølli og í 1995 á heimavølli spældu móti Skotlandi var Gary McAllister heldur ikki tøkur.