Nálaviðgerð í høvuðsstaðnum

Sum nakað nýtt er ein akupunkturklinikk latin upp í høvuðsstaðnum. Tað er Petra Gardar Neumann, sum er akupunktørur, ið nú bjóðar hesa tænastuna út. Hetta er tann fyrsta klinikkin av sínum slagi í Tórshavn

Alternativ viðgerð breiðir seg meira og meira til Føroya. Zoneterapi hevur havt fótin innan fyri í eina rúma tíð, og akupunkturur eisini. Tað hevur tó ikki verið nøkur klinikk, sum burtur av bjóðar akupunktur ? inntil nú.
Petra Gardar Neumann, sum er sjúkrarøktarfrøðingur og akupunktørur, hevur júst latið eina klinikk upp í Brøttubrekku í Tórshavn. Petra hevur búð í Danmark í mong ár, men nú er hon flutt heim við familju sínari og fer at bjóða nálaviðgerð í høvuðsstaðnum.
Akupunkturur er ein gamal kinverskur viðgerðarháttur, sum kann hjálpa ímóti alskyns trupulleikum og sjúkum. Bæði akuttum og kroniskum.
Petra sigur, at tað er sera torført at lýsa stutt, hvussu og hvørjum akupunkturur kann hjálpa ímóti, og tískil hevur hon gjørt ein faldara, har upplýsingarnir um viðgerð og annað kunnu fáast.

Viðgerðin
Akupunkturviðgerð hevur ongi hjáárin, men tað er ikki óvanligt, at kroppurin reagerar eftir viðgerð. Ein kann vera troyttur, vera svimbul ella hava eina prikandi ella surrandi kenslu.
? Júst hvussu nógvar viðgerðir, tað krevur fyri at fáa hjálp, er ilt at meta um, sigur Petra. Men tað veldst alt um, hvør sjúkan er, og hvussu umfatandi hon er. Petra greiðir frá, at akuttar støður krevja færri viðgerðir enn kroniskar. Men sum heild plagar hon at mæla til at steðga viðgerðini, um ongin bati er at hóma eftir tríggjar ella fýra viðgerðir.
Ein akupunkturviðgerð tekur umleið 20 minuttir, men tann fyrsta viðgerðin tekur nakað longri tíð, tí fyri at staðfesta eina diagnosu, skal ein samrøða við sjúklingin til.
Hvussu viðgerðin virkar er eisini ójavnt. Summar akuttar støður hvørva heilt, og tað kemur eisini fyri, at kroniskar hvørva. Men tað er rættiliga vanligt, at kroniskar støður krevja viðgerð javnan. Men tað kann skifta frá einaferð um vikuna, mánaðin, ársfjórðingin, hálvárið ja til enntá bara einaferð um árið, greiðir Petra frá.

Alskyns sjúkur
Akupunkturur kann hjálpa ímóti einum ótali av sjúkum ella trupulleikum. Sum dømi kunnu nevnast: Allar pínur, millum annað migrenu og høvuðpínu, giktsjúkum, menustratiónspínu/trupulleikum, høgum blóðtrýsti, immunsjúku, øllum sløgum av ítróttarskaðum og kválma, herundir hjá-árin frá kemoviðgerð.
Eisini hevur akupunkturur víst seg at rigga væl sum viðgerð til royki avvenjing og vekttap.
Petra kemur at arbeiða sum akupunktørur einsamøll í sínari klinikk, og hon er rættiliga spent uppá, hvussu undirtøkan verður. Hon hevur havt nøkur vitjandi longu, hóast hon ikki rættiliga er komin í gongd enn. Hvat grundarlagið er fyri slíkari viðgerð í Føroyum, er ikki lætt at siga nakað um, men Petra metir, at tað man vera nakað tað sama, sum í øðrum londum.
Petra fer at arbeiða frá klokkan 10 til 14 mánadag til fríggjadag ? tó mikudag frá klokkan 14 til 18. Klinikkin heldur til í Brøttubrekku 9 og hevur tlf. 273412.