Valhølini lata aftur kring landið nú klokkan 20.00 og tað merkir, at um fáar tímar vita vit, hvør skal stýra kommununum í Føroyum komandi fýra árini.
At síggja til í skrivandi stund er valluttøkan høg kring landið. Serliga á Tvøroyri er áhugin fyri valinum stórur, nú stórt rumbul hevur verið um kommunuvalið seinastu vikurnar.
Tað byrjaði við, at Kristin Michelsen stovnaði egnan lista - kommunulistan - og sostatt fór av javnaðarlistanum.
Síðani hevur kjakið verið hvast og í gjárkvøldið heitti Kristin Michelsen á Løgmann um at kunna hann um, hvørt hann er ynsktur í flokkinum ella ikki.
Signar Dam, formaður í Suðuroyar Norðara Javnaðarfelag segði við in.fo í gjár, at hann ikki ætlar sær at svara borgarstjóranum fyrr enn eftir valkvøldið.
Fylg við úrslitum og viðmerkingum frá høvuðspersónunum í kvøld her á in.fo










