Nú lata allar bensinstøðirnar eisini aftur

– Men tað er eingin grund til at hamstra olju og bensin tí tað er nokk til

Nú lata eisini allar bensinstøðirnar kring landið, aftur. Tað boða bæði Effo og Magn frá nú við fáum minuttum ímillum.

Teir báðir, Janus Thomsen, stjóri í Effo, og Áki Vang Poulsen, marknaðarstjóri í Magn, siga, at hetta er fyri at forða fyri at koronasmittan breiðir seg.

Handlarnir hava opið í dag, men so verður stongt.

Men bæði oljufeløgini siga, at hetta ávirkar bara tær vørur, sum eru at fáa í sjálvum handlunum. Tað merkir, at fólk fáa fremvegis luft, og tey fáa eisini bensin og diesel sum vant – men nú skulu tey ikki í handilin at gjalda, tí tey skulu gjalda við gjaldskorti við sjálva pumpuna.

Tey mæla eisini til, at fólk fylgja tilmælunum frá myndugleikanum og at halda seg tveir metrar frá fólki og at brúka einnýtishandskar.

Eisini innflutningurin av olju til Føroya er í tryggu legu og sostatt fáa húsarhaldini, fyritøkur og skip, somuleiðis olju, sum vant.

Tey leggja afturat, at tað er óneyðugt at hamstra, tí tað er nokk av brennievni at fáa.