Nú líður hjá Restorffs

BRYGGJARÍ

Á Várjavndegi ígjár kom Restorffs Páskabryggj á marknaðin. Í ár er eisini Munchener Malt umframt tað vanliga maltið nýtt til páskabryggið. Hetta gevur ein extremt rundan og bleytan smakk, góðan lit og rætta nøgd av skúmi. Øldrekkarar av báðum kynum fara at dáma hetta bryggj. Tað verða bert framleiddar umleið 20.000 fløskur.
Yvir 200 fólk eru nú limir í Restorffs Club, klubbur lívsnjótaranna og teimum sum dáma væl gott øl. Enn kunnu áhugað seta seg sum lim á email: restorff@post.olivant.fo. Fyrsta tiltakið verður í komandi viku.
Tað líður nú væl við arbeiðinum at gera Vertshúsið liðugt. Listarmaðurin Tróndur Patursson prýðir húsið. Ætlanin er at lata upp á Flaggdegnum.