Vanligt hevur verið, at hesi skip loysa so skjótt, sum jólahalgan er løgd aftur um, og soleiðis er eisini hesaferð. Teir seks ísfiskatrolararnir hjá Beta, Bakur, Stelkur, Rókur, Lerkur, Heykur og Falkur, loystu allir aftur í gjár, 3. jóladag.
Tórhallur Thomsen, ið er útgerðarmaður fyri Beta-skipini, sigur, at Jaspis og Ametyst, sum hann eisini hevur við at gera, neyvan loysa fyrr enn eftir árskiftið.
- Okkurt smávegis er at gera við skipini, og vit vænta ikki, at Jaspis og Ametyst loysa aftur tað, ið eftir er av hesum árinum.
Tórhallur Thomsen sigur, at fyrri helmingur av hesum árinum hevur roynst rímiliga væl hjá hesum átta ísfiskatrolarunum, men seinni helmingur, nú minni upsi hevur verið at fingið í heyst, hevur ikki roynst eins væl.
Einstakir aðrir ísfiskatrolarar plaga eisini at loysa 3. jóladag, eitt nú leirvíkstrolararnir, Polarhav og Stjørnan, men í morgun lógu teir framvegis við bryggju í Saltangará.
Sum skilst, loysa Polarhav og Stjørnan helst í dag.