Sámal Matras Kristiansen
Anfinn Kallsberg, løgmaður, nevnir í síni nýggjársrøðu tríggjar avbjóðingar í hesum komandi ári. Tann kanska mest áhugaverda er kanska tann ikki at sleppa búskapinum leysum. Samstundis hoyrast órógvandi orð frá formanninum í fíggjarnevndini, Finnboga Arge, um at ein skattalætti helst hevði verið eitt gott hugskot.
Eitt av sitandi samgongu bestu avrikum man helst vera stovnanin av sonevnda búskapargrunninum. Hesin er settur á stovn út frá keynesiansku tankagongdini um at spara upp í góðu tíðunum fyri at hava nakað at taka av í kreppuárunum. Nakað, ið fær enn størri týdning um Føroyar verða sjálvstøðugar. Ein búskapargrunnur lýsist best í sambandi við skattapolitikkinum. Í góðu tíðunum krevur ein heldur hægri skatt, sum fer í henda góða grunn, og í ringu tíðini verður skatturin settur niður fyri í staðin at nøkta tørv tess almenna ígjøgnum uppsparda kapitalin. Harvið fáa bæði tað privata og tað almenna ágóðan av búskapargrunninum í kreppuárum. Tað privata vegna ein lægri skatt (og harvið størri ræsarúm til íløgur og ábøtur), og tað almenna vegna teir í grunninum uppspardu pengarnar.
Men allíka væl eru røddir frammi um, at skatturin eigur at lækkast ? eisini, og ikki minst hjá háinntøkunum. Hetta fyri at skapa størri virksemi í landinum. Argumentið er soleiðis sæð í lagi, burtur sæð frá, at virksemið her í landinum neyvan fær verið nógv størri enn tað longu er, um búskaparligi stabiliteturin skal varðveitast. Í staðin fer økta peningarenslið at sláa bakk og skapa prísvøkstur. Hetta vísa royndir frá so gott sum øllum londum her á leiðum. Í Føroyum er hesin vandin serstakliga stórur, tí at ikki er gjørligt at føra egnan peningapolitikk. Roknistykkið fer tá at síggja soleiðis út: Vegna skattalættan eigur tú tíggju prosent meiri ímillum hendurnar, men hvat hjálpir tað tá ið prísirnir, eftir øllum royndum at døma, eisini fara tíggju prosent, um ikki meiri, upp? Tá er lítið vunnið, og tey einastu, ið fáa ágóðan av skattalættanum, verða tí tey, ið eru før fyri at handla í altjóða gjaldoyra ella realkapitali. Við øðrum orðum stóru útflutningsfyritøkurnar. Tær fáa stóru inntjeningina, og vegna vandan fyri akkumuleraðum prísvøkstri, verður vanligi borgarin kanska verri fyri enn hann var áðrenn skattalættan. Ikki í krónum og oyrum sum so, men sæð í mun til hvat vørurnar kosta: Pengarnir verða minni verdir.
Hetta umframt tann vandan, at skattalættin heilt ítøkiliga gevur tí almenna minni at arbeiða við, og harvið skýtur lívsneyðugar verkætlanir fram í tíðina, og harvið setur langskygdu búskaparmenningina upp á spæl. Ella kanska ta løttu loysnina, at man velur at fjerna ta brynjuna sum búskapargrunnurin er, og nýtir hann sum kompensatión fyri vantandi peningin. Tá verður einki at gera gott við tá ið tær ringu tíðirnar koma ? og tað vita vit, at tær fyrr ella seinni gera í einum monobúskapi sum tí føroyska, har fiskivinnan er eitt og alt. Tá hava vit spælt av við bæði amboðini at seta gongd á aftur búskapin: Møguleikan fyri víðkaðum skattalætta (ígongdseting av privatum virksemi) og fígging úr búskapargrunninum (ígongseting av almennum virksemi).
Henda grein er ein roynd at verja framúr skilagóða hugskotið við búskapargrunninum, og vísa á, at ein skattalætti kann vísa seg at vera ein hóttan ímóti hesum, fyri ikki at tosa um, at hann kann fara at virka sum ein beinleiðis útflutningur av kapitali ? úr lummum føroyinga ? via útflutningsfyritøkurnar ? sum íløgur í útlendskar fyritøkur, tí at føroyski marknaðurin fyri íløgur í hesum hákonjunkturtíðum ikki er serliga kappingarførur; hann er longu um at vera mettaður. Ein skattalætti merkir tí í besta føri tað, at vit blaka árarnar fyri borð uttan møguleika fyri at sigla uttanum íðurnar, og í ringasta føri, at vit harumframt opna eina ventil fyri alheimskapitalismuni, so at virði stillisliga og óvarnað kunnu leka út úr føroyska búskapinum. Við øðrum orðum, at vit blaka nøgluna fyri borð og seta okkum spent at vita hvat ið fer at henda.