Góði Eyðun!
Tað er altíð hugvekjandi, tað tú hevur at bera fram um samfelagslig, søgulig og mentanarlig viðurskifti, vitandi sum tú ert, og so greitt og rámandi tú vanliga tekur til orða.
Soleiðis var tað eisini sera áhugavert at hoyra og lesa tín fyrilestur herfyir um kristindóm og kvæðayrking. Men móti endanum spennir tú upp til eina finalu við so høpisleysum pástandum, at tað ikki kann standa óátalað.
Kirkjan og skúlin hava hjá okkum verið donsk, tað vita vit; men tað er ikki rætt at leggja hesar stovnar undir í meira enn hálvtannaðhundrað ár miðvíst at hava stríðst fyri at beina burtur føroyskt sang- og kvøðingarlag, soleiðis sum tú gert tað. Vit kundu ynskt, at okkara sermerkta kingo-sangi varð enn longri lív lagað, men vit mugu duga at skilja, at tað í mentanarbyltingartíðini í 1800-talinum eisini tók seg upp ynski um ein meira nýtíðarligan kirkjusang í Føroyum. Og at greipa kingosang og kvøðing soleiðis saman og leggja orglunum til last, at kvøðingarlagið skal vera farið av lagi, sum tú sigur, tað er tað ikki grundarlag til.
Tjóðskaparrørslan gekk so dyggiliga undan í at beina fyri og rudda burtur alt, ið kundi minna um gamla føroyska kvøðingar- og sanglagið«. Nýggjar tíðir bera broytingarhug við sær, og ikki var tað av vanvirðing fyri mentanararvinum, at ungu tjóðskaparskøldini fram móti næstseinasta aldarskifti høvdu hug at royna seg í øðrum ørindisløgum enn forna kvæðastevinum. Tað varð jú hesin skaldskapur, sum gjøgnum háskúlan breiddi seg út um landið og meira enn nakað koma til at birta upp undir tjóðskaparvekingina og gerast føroyskur sangsamleiki fram til dagin í dag. Nøkur andsøgn til kvøðingina var hesin nýggi sangur Føroya fólks ikki.
Jógvan Waagstein, Hans J. Højgaard og landsumfatandi musikkskúlaskipanina koyrir tú í ein posa sum partar í miðvísa strevinum at týna føroyska tónleikasiðvenju. J. Waagstein gjørdi songløg, sum tey gjørdu tað aðrastaðni í Europa í hansara tíð, tað er rætt; men í talu og skrift bar hann fram sína virðing fyri musikalska tjóðararvinum og tað er jú hann, sum meira enn nakar hevur fingið gomul føroysk sálmaløg, m.a. løg frá abba tínum Wenzel á Velbastað, til lívs aftur í okkara kirkjum. At leggja H. J. Højgaard undir í sínari tónleikaskapan ikki at vísa upprunaliga føroyska fólkatónanum ans er jú púra burturvið, og hví dregur tú musikskúlan so negativt inn í tína viðgerð av sang- og kvøðingarlag í Føroyum. Hansara uppgáva er ein heilt onnur, og eg kann neyvan hugsa mær, at tú helst vildi, at føroyskt tónleikalív ikki skuldu fatað um annað enn bara kvøðing og kingosang.
»Á Føroya Læaraskúla verður undirvíst í øllum øðrum sløgum av musikki uttan tí føroyska« Hvat veitst tú um tað? Eg kann lata teg vita, at vit í sínari tíð bæði kvóðu og dansaðu dúgliga á læraraskúlanum, fóru dansiferðir til Nólsoyar og Sumbiar og fingu gott dansifólk at vitja okkum bæði av bygd og úr býnum. Í seinni árum veit eg t.d. at eldhugaði idealisturin Árni Dahl hevur framt og framvegis fremur dygdargott verk til tess at vekja ans fyri føroyska dansinum bæði á Læraraskúlanum og saman við starvsfelagnum úti um landið.
Okkum kórleiðarum, sum hava gjørt royndir við kvæðaløgum í kóri, gevur tú tað skoðsmál, at vit hava ikki skilt ella helst ikki vilja skilja føroyska musikalska móðurmálið, sum tú málber teg. Tað er so tín dómur; men mín sannføring er, at okkara kvøðingarlag væl kann gagna eisini føroyskum kórsangi uttan at tað sakar dansinum nakað. At tað her tónleikatekniskt ræður um at fara varisliga fram er eyðsæð; men tað má undra, at tú gert teg so serkønan eisini um hesi viðurskifti.
Og so leggur tú, Eyðun, eftir teimum, sum við frískum sinni, men eftir nútíðar fortreytum eru við at birta nýtt lív og skapa størri breidd í føroyska dansin ? veit, at tað er dansifelagið »Tøkum lætt«, tú sipar til. Eitt einræddað kvøðingarkór, sum prógvar at burturbeiningarstrevið hevur borið frukt, sigur tú. Ikki kanst tu vænta at fáa tað ótilvitað fjølltáttaða kvøðingarlagið aftur til lívs, sum tú hevur upplivað sum smádrongur á Velbastað, og sum eg minnist tað frá dansinum í Kvívík. Men er ikki t.d. einraddaða kvøðingin hjá sumbingum minst líka so mergjað og máttmikil sum tað kvøðingarlag, ið tú hevur í huga?
»Jóannes Patursson var einasta tjóðskaparskaldið, sum yrkti eftir føroyskum ørindislagi, tí hann hevði ikki gingið á donskum háskúla«. Hvat sigur tú so um I.P.G., Kvívíksjógvan, Mikkjal á Ryggi, Andras Samuelsen, S. M. Zachariassen og aðrar fleiri, sum eisini yrktu til kvæðaløg. Og hinvegin høvdu, mær vitandi, tjóðskaparskøld sum Fríðrikur Petersen, Rasmus Effersøe, Hans A. Djurhuus o.a.fl., sum nýttu onnur ørindisløg, svensk og norsk eins væl og donsk, ikki fingið hugskot til tað á donskum háskúlum, sum tú soleiðis eisini prikar til.
»Beint nú er eitt høvuðsmál í musikkskúlaverkinum at fáa íslendskar sangarar at læra føroyingar at syngja, sum teir gera har og í kirkjuni at fáa danskar urguleikarar at læra føroyingar at spæla, sum teir gera har?« Hvussu kann mentamaður sum tú avdúka slíkan sjónarring, at vit ikki á besta hátt skulu útbúgva okkum til at taka við tí ríkidømi, sum vesturlendski tónleikaarvurin er? Nakað sermerkt íslendskt ella danskt er her jú ikki talan um. Og hvussu hevur tú, Eyðun, sum alternativ til almennu tónleikamenningina hugsað tær »at hava skeið fyri føroyingar í, hvussu vit hava sungið og kvøðið her«?










