Fremsta rað frá vinstru: 1. Sigurd Andreassen, Leirvík, 2. Eyolvur Gislason (garnabassur úr Íslandi),
3. Meinhard Heinesen, Leirvík, 4. Jóan Sigurd ?, Funningur, 6. Poul Akraberg, Vestmanna, 7. Jógvan Isaksen, skipari og eigari av Atlantsfarðinum (pápi Finnboga Ísaksson, løgtingsmann, sála)
Miðraðið frá vinstru: 2. Hjalmar Heinesen, Leirvík, og 3. Martin Rólantsá, Leirvík.
Aftasta rað frá vinstru: 1. Jóan Petur í Hoygarðinum, Leirvík, 3. Óli hjá Guttorm, Leirvík, 4. Hilmar Ellingsgaard, Eiði, 5. Absalon Justiniussen, Leirvík, og 6. Esmar Fjallstein, Leirvík.
Nøvnini sum vit vanta eru hesi:
Hvørjir eru menninir ið sita sum nr. 5 og nr 8 í fremsta rað frá vinstru?
Hvør er maðurin ið situr sum nr. 1 í miðraðnum frá vinstru?
Hvørjir eru menninir ið sita sum nr. 2, nr. 7 og nr. 8 í aftasta rað frá vinstru?
Um onkur av lesarum okkara kennist við nøvnini, sum vanta á myndina ella hevur okkurt at viðmerkja, er viðkomandi vælkomin at senda teldupost til Birgir Waag Høgnesen birgir@sosialurin.fo