Tað kundi verið nógv at skriva um hesa megnar og røsku kvinnu.
Tað eru nú mong ár síðan eg persónliga kom at kenna Turid. Tað var tá ið Alaksandur (maður hennara) gjørdist formaður fyri Fuglafjarðar Arbeiðsmannafelag, og eg bleiv nevndarlimur. Tá vóru nevndarfundirnir hildnir í heiminum hjá teimum, tí felagið átti eingi hús tá at fundast í.
Ein legði alt fyri eitt til merkis hennara stilla talumáta hon nýtti, tá ið hon kom innar við einum kaffimunni.
Seinni, tá eg var í eini kirkju í Danmark, bleiv ein einasti konfirmantur konfirmeraður. Hann varð føddur og uppvaksin eini 6 ár í Frankaríki. Foreldrini og hann fluttu síðan til Danmarkar og búsettust har.
Presturin segði millum annað við hann: Eg veit, at tú tosar tað danska málið og tað er gott at duga, nú tú býrt í Danmark. Og tú dugur eisini at tosa tað franska málið. Og tað er gott at duga tað, tá ið tú ferðast í Frankaríki.
Men eg vil siga tær og okkum øllum í kirkjuni um eitt annað mál, og tað er kærleikans mál. Og tað var nevnliga hetta mál, ið Turid nýtti í móti sínum medmenniskjum.
Í 1985 kom eg at kenna Turid enn betur. Tað var táið Fuglafjarðar Pensjónistafelag bleiv stovnað, hon var ein, ið var við at stovna felagið. Hon var eisini við á hvørjum fundi og útferðum, so leingi hon orkaði tað.
Turid var kirkjufólk og møtisfólk burtur av. Og eg ivist onga løtu í, uttan hon mangan hevur hugsað um sangin:
Søguna sig mær um Jesus,
orðið at hjarta mær før,
sig mær ta søgu so dýra,
boðskapin besta á jørð!
Songin, sum hirðarnir hoyrdu
songin um frøi og frið,
sangin til heiður til Harran,
lat okkum syngja hann við!
Turid hevur ikki liva væl tey seinastu árini. Men nú er hon sloppin heim, og kann eins og sangarin syngja:
Mær leingist til tey kæru
sum bíða uppi har,
vit minnast ei ta tíð á foldum var.
Mær leingist heim til teirra,
sum fóru undan mær,
men Frelsran eg ynski síggja fyrst.
Æra verður minnið um Turid.
Símun P. Poulsen









