Nøkur minningarorð um Karin Joensen í Fuglafirði

Tann 7. desember andaðist Karin, 100 ára gomul.

Karin var fødd og uppvaksin niðri við Gjógvará. Hon var dóttir Katrinu og
Líggjas, tann tiltikna raska útróðrarmannin. Tað hendi seg meira enn eina
ferð og tvær ferðina at fyri at bjarga línuni, máttu hann krøkja fiskin og kasta hann
út aftur. Tá høvdu teir fulla last og nógv á dekkinum.

Í mínum uppvøkstri hevði eg trý hús, ið vóru nærgrannar. Tey vóru: Jóhannus í Lon við familju, Hans á Geilini við familju og Karin og Elias við familju. Sannast má, at tað var ein stór gleði at hava hesi fólk til grannar. Tað fullu ongantíð nøkur skeiv orð millum húsini. Øll vóru trúðføst í móti hvørjum øðrum og hittust húsanna millum, ja, ein dýrgripur at hava tey í millum okkum.

Karin var ein av teim raskastu kvinnum, bæði til hoyna og fiskaarbeiði. Eg
minniast nógv tung tøk, ið hon tók upp á seg at fullføra. Tað var oftani ein
sá hana blanda betong og koyra í formarnar til garð, sum maðurin hevði
stilla upp. Hetta útinti hon einsamøll. Karin var gift við Elias frá Skipanesi.
Har á garðinum, ið eg vaks upp, eru øll tey gomlu farin.
Eitt, sum sermerkti Karin, var at hon leit á sín Frelsara Jesus. Hon kundi
tí millum annað syngja:

O, Harri Jesus hoyr nú meg
mítt álit set eg á teg,
tú leið meg á tín himlaveg,
o, tak og leið meg nú,
"Tak og leið meg nú".
Tak mítt syndatyngda hjarta,
tak og leið meg nú!

Tað kundi verið nógv at skriva um Karin og hinar trúfastu grannarnar,
men tað má tó steðga.

Tey seinastu árini livdi Karin ikki væl, men hon hevði tað gott á Ellisheiminum
í Runavík. Men nú er hon sloppin heim til sín Frelsara, ið hon elskaði, og kann tí syngja:

Verdugt er lambið, ja, verdugt er lambið,
leyskeypti okkum tá lívið hann gav,
Heiður og æru vit Jesusi ofra,
heima vit eru, nú stríðið er av.

Har verður frøi, ja, har verður frøi,
tí at tey frelstu øll náddu havn!
Har verður frøi, ja, har verður frøi,
skarin skal lovprísa Frelsarans navn.

Símun P. Poulsen