Nøkur minningarorð um Jóannes Østerø

Tann 25. juni andaðist ein vælkendur og nógv avhildin maður, ættaður úr Mikladali, búsitiandi í Vági.

Tað er Jóannes. Jóannes var ein sjáldsamur maður. Hann var vinsamur við øll fólk. Altíð helt hann fyri: Nú vinurin, hvussu gongur. Hann var altíð við tí góða orðinum. Sum ein helt fyri, at um nakar gekk í Jesu fótaspor her á jørðini, so var tað Jóannes. Tá vit vóru í Sumba og ferðaðust, so var altíð farið ein túr til Vágs at vitja Elinborg og Jóannes. Eitt hugnaligt heim. Har kom eg at uppliva hendan sjáldsama mann. Tú hoyrdi hann bara siga lívgandi og vælmeint orð um alt og øll. Jóannes nevndi ofta um Guds skaparverk, sum hann undraðist á. Jóannes hevði nógv størv í Vági, men nú hevur hann lagt árarnar inn og farin heim til sín Frelsara, tí Jesus og hann høvdu nógv saman. Hann kundi tí siga á sjúkralegu sínari, eins og Jesus segði: Faðir, í tínar hendur gevi eg anda mín. Luk. 23.46.

Og syngja sangin:

O tann dag, tá Jesus kemur.
Hann sum mínar syndir bar,
Tekur móti mær í skýnum
Og meg leiðir heim við sær

Jesus hond í hond meg leiðir,
Gjøgnum perluportrið heim,
Hvítum klæðum, sigurskrúnu.
Einglar syngja: ?vælkomin heim".

Ærað verið minnið eftir hendan góða vin.

Símun P. Poulsen