Martin Simonsen, sum er úr Hvannasundi, men býr í Miðvági, er ein av umsitarunum av Facebook-síðuni, Fuglaveiða í Føroyum. Hetta er ein bólkur, sum serliga fólk við áhuga fyri fuglaveiði leita sær inn á, tá tey vilja frætta tíðindi um fuglaveiði.
Her eru av og á myndir frá veiðiferðum, og nú tað 1. oktober varð loyvt at skjóta skarv, lomviga, álku og lunda, hava fólk lagt út myndir og kunning um, hvussu gingist hevur. Men, tað eru eisini tey, sum argast um fuglaveiði, ið hyggja inn á henda bólkin, og tað eru lesarar, sum mæla teimum, ið dáma at skjóta, til heldur at lata fuglin fáa frið.
- Tað er loyvt at skjóta frá 1. oktober, og sjálvur havi eg verið fuglaveiðimaður heilt, síðan pápi mín plagdi at taka meg við sær, meðan eg enn var ein lítil smádrongur, sigur hvannasundsmaðurin í Miðvági, Martin Simonsen.
Martin Simonsen ivast ikki í, at tað eru tey, sum veruliga meina tað, tá tey heldur vildu, at sjófuglurin fekk frið. - Men, eg trúgvi tíverri, at her eru eisini fólk og viðmerkjarar, sum ikki skjóta sjálvi, men sum øvunda okkum ið skjóta og sum hava skotið fugl í fleiri ár.
Tað er serliga lomvigi og álka, sum hava havt áhugan hjá hvannasundsmanninum hesi árini. - Vit hava ikki gjørt nógv við at skjóta skarv. Skarvur tykist meira turrur og soltin enn vetrarlomvigi og álka, men eg ivist onga løtu í, at skarvur eisini er góður, um hann verður tilreiddur á hóskandi hátt.
Vanliga er sjófuglurin rak um summarið, men tá líður út á heystið og veturin verður fuglurin feitur og góður. - At síggja til liva álka og lundi av nøkulunda somu føði sum fyri tað mesta er nebbasild. Hinvegin havi eg sæð bæði størri nebbasild og onkuntíð smáan makrel - á stødd við stóran seiðamurt - í lomviga.
Tað er avmarkað, hvussu nógvir dagar skotið verður hesa ársins tíð, tí tað er sjáldan, at líkindi eru til slíkar túrar. - Tá ættin liggur upp á land her vesturi, ber sjáldan til at skjóta svartfugl. Kortini hevur onkur løta eydnast, síðan loyvt varð at skjóta hin 1. oktober.
##med2##
Martin Simonsen heldur, at tað hevur verið meira at sæð av svartfugli higartil í heyst enn fleiri undanfarin ár. - Men, dagarnir kunnu saktans roynast ymiskir - eisini, tá tað eydnast at sleppa avstað fylgjandi dagar, og ofta er tað soleiðis, at fært tú nógva lomvigi ein dag, fæst helst minni av álku - og øvut.
Hann heldur ikki, at nakar mynstur er, sum sigur, nær frægast er til lomviga, og nær frægast er til álku. - Næst seinasta hósdag fekk eg mest av lomviga og leygardagin eftir, tá tað eisini eydnaðist mær at sleppa ein túr, var mest av álku. Hetta var ikki júst um somu leið, tí eg var ikki líka langt úti leygardagin sum hósdagin, sigur Martin Simonsen.