Nøkur æl verða í dag

I gjár bakaði sólin oman og niðan og soleiðis var ivaleyst eisini hjá nógvum í morgun. Veðurforsøgnin hjá DMI sigur, at veðrið verður rímiliga gott í dag.  Hann sigur frá lot av ymsum ættum, 5 m/s. Tað verður turt fyri tað mesta, men nøkur æl verða, sigur DMI og møguleiki er fyri sól. 

 

 

Hitin í dag millum 10 og 13 stig. Í nátt verður eisini klárt og hitin millum 5 og 10 stig. Vikan sær í tí samanumtikið góð út, tað fer tó at regna meira seinni í vikuni, tó vit eisini fara at fáa sól komandi dagarnar.