Nøkur línuskip landa í vikuni

Streymurin harðnar, sum vikan gongur, og veðrið verður skiftandi.

 

Tvey línuskip eru vesturi á Rygginum og fiska tosk, svartkalva, blálongu og so nakað av lira. Hesi skipini koma helst inn at landa hesa vikuna.

Trý línuskip eru vestan fyri og fiska tosk, hýsu, longu og brosmu. Eitt er sunnan fyri og fær mest av longu og brosmu.

Á Fiskamarknaði Føroya vita tey at siga, at okkurt av skipunum, sum eru vestan fyri og sunnan fyri, helst koma inn at landa seinni í hesi vikuni.

- Streymurin harðnar, sum vikan gongur, og veðrið verður eisini skiftandi. Tí verður ikki roknað við nógvum útróðri hesa vikuna, verður lagt aftrat.