Fýra ella fimm línuskip koma inn at landa í vikuni sum kemur. Tað veit Fiskamarknaður Føroya at siga í dag.
Eitt av skipunum fiskar undir Íslandi, og hini fiska undir Føroyum. Fiskasløgini verða mest brosma, longa og helst nakað av toski og hýsu.
Skipini koma væntandi inn at landa miðskeiðis í næstu viku - ella seinni í vikuni.
Streymurin verður hampiligur, og veðurvánirnar eru eisini góðar. Tí væntar marknaðurin, at nakað verður av útróðrarfiski.
Allir partrolararnir fiska upsa, og teir koma inn at landa, sum næsta vika gongur. Fiskiskapurin er smáligur.
Djúpvatnstrolararnir partrola eisini eftir upsa og fáa nakað av hjáveiði, men í næstu viku kemur helst bara tað eina parið inn at landa.
Allir trolbátarnir liggja, men fara væntandi útaftur, tá veðrið batnar. Teir fara helst norður um at fiska tosk og hýsu.
Tvey garnaskip fiska svartkalva og koma væntandi inn at landa síðst í vikuni, sum kemur - og eitt garnaskip frystir veiðina umborð.