At næmingar eru burtur úr skúla í ótíð er ikki bert ein trupulleiki í Hvalbiar skúla. Flestu foreldur virða tó skúlatíðina, vilja tríggir skúlastjórar, ið Skúlablaðið hevur verið í sambandi við, vera við.
- Trupulleikin við vantandi virðing fyri skúlatíðini er eisini kendur hjá okkum, men tað kann ikki sigast at vera ein vaksandi trupulleiki. Okkara skúli hevur tann politikk, at vit loyva ikki, at næmingar fara at ferðast í skúlatíðini, og sum heild virða foreldrini støðu skúlans.
Men tað eru enn foreldur, sum kortini taka børnini við sær at ferðast í ótíð, og tað fáa vit ikki gjørt so nógv við, sigur Hans Jørgensen, skúlastjóri í Miðvágs-Sandavágs skúla, sambært Vágaportalinum.
Ein annar trupulleiki viðvíkjandi skúlatíðini er líka stórur og sera trupul at koma til lívs sambært Hans Jørgensen.
- Vit hava ein standandi trupulleika við nøkrum foreldrum, sum longu frá 1. flokki eru alt ov líkasæl at læra børnini at møta rættstundis.