Nøkur fleiri á vali á Toftum

Á middegi í dag høvdu tilsamans 132 veljarar greitt atkvøðu á Toftum. Tað eru nakrir fleiri enn somu tíð á løgtingsvalinum í 2004 Okkurt bendir á, at valluttøkan á løgtingsvalinum í dag verður stór.

Á løgtingsvalinum í 2004 var valluttøkan í Nes kommunu 94,25%, og á middegi í dag høvdu uppaftur fleiri verið á vali enn somu tíð í 2004.

Á middegi høvdu nevniliga 85 fólk greitt atkvøðu á Toftum, og saman við brævatkvøðunum, sum eru 47 í tali, eru hetta tilsamans 5 fleiri enn somu tíð í 2004.

Samlaða talið av atkvøðum á middegi í dag var soleiðis 132 og um somu tíð í 2004 tilsamans 127.

Í 2004 høvdu 68 fólk greitt atkvøðu á middegi, og talið av brævatkvøðum var 59.

Valhølið á Toftum í dag er eldrasambýlið Vesturskin, og her slepst eisini inn við koyristóli.

Í 2004 høvdu 836 fólk valrætt í Nes kommunu, og talið á valinum í dag er 866.