Nøkur børn eru dottin niður ímllum

Jógvan á Lakjuni ásannar, at tað var óheppið, at børn við serligum tørvi duttu niðurfyri

Børn við serligum tørvi
 
 Tað er altíð óheppið, at nøkur børn eru dottin niðurímillum. Men síkt kann altíð henda.
Jógvan á Lakjuni, landsstýrismaður í mentamálum, er harmur um støðuna, sum nøkur børn við serligum tørvi og foreldur teirra, eru komin í seinastu mánaðirnar.
Sum tað stóð í Sosialinum um vikuskiftið og sum tað stendur aðrastaðni í blaðnum í dag, eru tað foreldur at børnum við serligum tørvi, sum eru so kroyst at tey spyrja um tey bara skulu flyta av landinum fyri at fáa nøktandi hjálp, tí føroyska samfelagið hevur ongi tilboð til teirra.
Stóri trupulleikin er tann, at dagstovnurin á Trøðni, sum tók sær av hesum børnum er niðurlagdur, uttan at annað, hóskandi tilboð, er komið ístaðin.
Spurningurin er, hví dagstovnurin á Trøðni varð niðurlagdur, áðrenn eitt annað, hóskandi tilboð var klárt at seta í staðin?
- Tað er sjálvandi ein góður spurningur, tí her kom eitt tómrúm í og tað er sjálvsagt ikki nøktandi, tí vit skulu sjálvandi hava tilboð til hesi børnini.
Àttu tit ikki at havt tryggja tykkum, at eitt nøktandi tilboð var klárt at lofta teimum, áðrenn tit tóku tað frá teimum, sum tey høvdu?
- Jú, vit kunnu altíð siga, at vit áttu at havt eina loysn klára. Men hetta snýr seg ikki um so nógv børn, at tað skuldi borið til at finna eina loysn. Og vit hava sett okkum fyri at loysa málið og tað ivist eg ikki í, verður gjørt. Spurningurin er eisini, hvør hevur ábyrgdina av hesum børnum og hjá mær er ongin ivi um, at tað hevur Almanna- og heilsumálaráðið, sigur Jógvan á Lakjuni.
- Men fólk kunnu altíð detta niður ímillum, men tað týdningarmesta er, at vit í felag hava sett okkum fyri at finna eina loysn og tað verðu nú gjørt, sigur Jógvan á Lakjuni, sum annars ikki hevur so nógvar viðmerkingar til málið.