Nøkur av okkara bestu listaverk eru í vanda fyri at verða etin

Arbeiðið at bjarga listaverkunum má byrja alt fyri eitt

Ein partur av okkara bestu listaverkum er í vanda fyri at fara fyri skeyti. Tað staðfestur Jenis av Rana, landsstýrismaður í mentamálum.

Listasavn Føroya hevur fleiri ferðir víst á, at tað er neyðugt við umvælingum á bygninginum. Eitt nú hevur verið sagt, at tað er neyðugt at skifta takið, bæði á tí gamla og á tí nýggja partinum av savninum, tí tað lekur illa.

Í Løgtinginum í morgun staðfestur Heðin Mortensen, løgtingsmaður, at skulu málningar, list og aðrir virðislutir, ikki farast, mugu tey standa trygt og undir væl skipaðum viðurskiftum. Annars er tað bara ein spurningur um tíð, áðrenn

teir hava mist virðið.

Jenis av Rana sigur, at ein heildarætlan er gjørd og hon vísir, at tað er neyðugt við umvælingum á Listasavninum fyri 33 milliónir krónur.

Ymiskt átrokandi er gjørd fyri at steðga lekum, men næsta ár verður neyðugt at skifta takið á gamla bygninginum. Hinvegin kunnu ábøtur gerast á tekjuna á nýggja bygninginum, men hesi næstu 10 árini eigur hon at verða skift.

Men Jenis av Rana sigur, at beint nú hevur stjórin á Listasavnum rópt varskó, tí tað vísir seg, at silvurfiskur er farin at herja á listasavninum. Silvurfiskur er eitt smákykt, sum er vandaleyst fyri fólk, men tað er ikki vandaleyst fyri listaverk, tí tað etur bøkur, listaverk, tapet og annað.

Jenis av Rana sigur, at tiltøk verða beinanvegin sett í verk fyri at basa tí trupulleikanum, eitt nú er luftin á goymsluni, har listaverkini verða goymd, er ov slavin og silvurfiskur stórtrívist í slævnari luft.

Jenis av Rana leggur kortini dent á, at skal umvælingarætlanin setast í verk, er tað neyðugt, at Løgtingið játtar neyðugu fíggingina til endamálið.