Bústaðarfelagið, Bústaðir, hava ikki ráð til at byggja fleiri íbúðir. Tí verður neyðugt at útvega teimum meiri fígging at arbeiða fyri.
Í hesum sambandi fer Kristina Háfoss, landsstýriskvinna í fíggjarmálum, nú at leggja uppskot fyri Løgtingið um at geva Bústøðum heimild til at taka 250 milliónir krónur í láni at byggja íbúðir fyri.
Kristina Háfoss sigur, at talan kann vera um at skriva út lánsbrøv til íleggjarar í Føroyum keypa. Men talan kann eisini vera um, at onkur íleggjari, fleiri saman, læna Bústøðum pening til at byggja íbúðir fyri.
– Endamálið er, at tryggja, at uppsparing í Føroyum kann setast í trygga íløgu í Føroyum, framum at verða flutt av landinum ella verða sett í íløgu uttanlands.
Nakrir íleggjarar, Kristina Háfoss hugsar um í hesum føri, eru eitt nú pensjónsfeløg, pensjónsgrunnar, ella aðrir grunnar ella stovnar í Føroyum.
Hon sigur, at føroyskir peningastovnar, og pensjónsfeløg, hava víst áhuga í at seta pengar í verkætlanirnar hjá Bústøðum, men í løtuni hava Bústaðir ikki loyvi til at taka lán. Annars eru størstu íleggjararnir í Føroyum í løtiuni, LÍV, Betri Pensjón, Samhaldsfasti, ALS, Realurin og Tjaldur.
Samstundis skal Bústaðir brúka tær íbúðir, tey hava bygt, sum veðhald fyri lánunum.
Kristina Háfoss sigur, at ein annar møguleiki var, at Bústaðir fingu lán frá landinum, ella at landið veðhelt fyri láni til Bústaðir.
– Hetta hevði lækkað rentuna, men hevði samstundis verið kappingaravlagandi hjá øðrum, ið bjóða seg fram at byggja leigubústaðir, sigur hon.










