Nú sleppa avvarðandi og vinfólk aftur at vitja sjúklingar, sum eru innlagdir á teimum trimum
Hesa seinastu tíðina hava sjúkrahúsini verið afturlatin fyri vitjandi, men mánadagin verða dyrnar lætnar upp aftur, so at sjúklingarnir aftur kunnu fáa vitjan, upplýsa tey trý sjúkrahúsinu.
Fólk, sum hava verið uttanlands, skulu tó IKKI fara á nakað av sjúkrahúsunum, fyrr enn tey hava verið í Føroyum í seks dagar, og tey eru kannað fyri koronu tann sætta dagin. Og treytin er sjálvsagt eisini, at royndin er negativ. Og undir øllum umstøðum minna tey á tilmælini um frástøðu og reinføri.
Tá koronasmittan tók seg upp aftur á jolum, vórðu ymisk tiltøk sett í verk fyri at minka um smittuvandan inni á sjúkrahúsunum. Tað hevði millum annað við sær, at avvarðandi ikki hava havt somu møguleikar at vitja á deildunum.
Tamarhald tykist tó vera á smittuni og nýggju tilburðirnir eru farnir at fækkast í tali, og tí hevur Sjúkrahúsverkið gjørt av at seta tiltøkini úr gildið aftur. Men tey gera kortini vart við, at tekur smittan seg upp aftur, verður støðan umhugsað av nýggjum.