Nú kunnu runavíkingar taka fetið

Vinnur NSÍ triðja heimadystin á rað, kunnu teir av álvara nærkast toppinum. Men uppgávan móti B36 er á ongan hátt av lættara slagnum

Upptakt

B36 skal sunnudagin spæla kanska truplasta útidystin av teimum, sum eru eftir av kappingarárinum.
Hóast árstalsfelagið gjøgnum árini hevur havt gott tak á í Runavík, so boðar stigatalvan frá, at talan her er um lið, sum aftur í ár roynir at ota seg heilt upp á toppin. Ein roynd, sum seinasta vikuskiftið sendi HB suður við ongum og av toppinum á stigatalvuni. Nakað sum runavíkingarnir fegnir vilja endurtaka.
- Tá vit byrjaðu eftir summarfrítíðina, høvdu vit ein greiðan setning. Skuldu vit hava nakran møguleika at blanda okkum í heiðursmerkjastríðið, kravdi tað tríggjar sigrar í teimum fyrstu trimum. Nú hava vit so vunnið teir báðar fyrstu, og so fara vit sjálvandi eftir øllum aftur hesaferð. Men lætt verður tað ikki.
Soleiðis staðfestir Helgi L. Petersen hjá NSÍ, tá vit fríggjadagin loddaðu dýpið undan dystinum.
Hann sigur víðari, at runavíkingarnir halda seg vera rættiliga væl fyri til dystin. Sammett við dystin móti HB, verður talan at kalla um sama fólk, umframt at Páll M. Joensen nú aftur er tøkur. Hann er leiðagur frá HB, og í leigusáttmálanum hevði HB treytað sær, at hann ikki kundi spæla við móti barndómsfelagnum. Og so er Ikechukwu Onyema framvegis leikbannaður, so heldur ikki hann er tøkur.

Hvíldir lyklaspælarar
Hjá B36 siga tey, at har eru allir mans til reiðar at fara undan trupla dystinum. Hóast viðhaldsfólkini kanska funnust at, at eingin úr árstalsfelagnum var á vøllinum, tá landsliðið spældi móti Kypros mikukvøldið, so er hetta helst nakað, sum venjarin hjá B36 hálvgum fegnast um. Í øllum førum gav tað lyklaspælarum hjá liðnum nakað av tiltrongdari hvíld, nú dystarskráin hevur verið so tøtt seinastu tíðina.
Størsta ivamálið í B36-hópinum seinastu tíðina hevur verið Herbert í Lon Jacobsen, sum hevur verið úti við skaða í nakrar dystir. Nú er hann tó farin undir venjingarnar aftur, men tá vit fríggajdagin fregnaðust um støðuna, var framvegis óvist, hvørt hann fór at verða partur av hópinum longu sunnudagin.