Í dag verður Champions League lutakastið til fjórðingsfinalurnar. Higartil hava feløg úr sama landi, ella sum vóru í innleiðandi bólki saman, ikki kunna spælt móti hvørjum øðrum. Í fjórðingsfinaluni kunnu øll møta øllum.
Tað er einki í steðgar eini uppgerð millum Real Madrid og Barcelona ella Borussia Dortmund og Bayern Munchen, sum eru feløg úr sama landi. Eisini kunnu eitt nú Real Madrid og Borussia Dortmund eisini møtast aftur, hóast tey vóru í innleiðandi bólki saman.
Lutakastið byrjar klokkan 11 føroyska tíð og verður í Nyon í Sveis.
Tey átta liðini, sum eru í pottinum eru:
Bayern Munchen
Barcelona
Borussia Dortmund
Galatasaray
Juventus
Malaga
PSG
Real Madrid