Nú kunnu fleiri verða koppsett fyri einki

Nú eru fleiri bólkar tiknir upp í tey, sum verða koppsett ókeypis fyri koronu

 

 

Nú verða nakrir samfelagsbólkar aftur lagdur aftur at teimum, sum kunnu verða koppsett ókeypis fyri koronu. Tey, sum higartil eru, og verða koppsett ókeypis, eru fólk, sum eru í serligum vandabólkum. Talan er um sjúklingar, fólk við ymsum brekum, búfólk á ellis- og røktarheimum, og onnur, sum eru í serligum vanda, fáa tey koronu.

Avvarðandi hjá teimum eru eisini ímillum tey fyrstu, sum eru koppsett fyri einki, umframt starvsfólk í heilsuverkinum og almannaverkinum, ið hava samband við fólk, sum ikki tola at fáa koronu. Tey, sum eru yvir 85, eru eisini umfatað av koppingarætlanini og sostatt verða eisini tey koppsett ókeypis.

Men nú er kunngerðin um koppseting broytt, so nú verða fleiri bólkar tiknir upp í tey, sum verða koppsett fyri einki. Sostatt verða nú eisini fólk í aldursbólkunum frá 65 til 84 ár eisini koppsett ókeypis. Og hetta eru fólk í hesum aldursbólkunum sum heild, altso tey, sum ikki hava sjúku, ella brek at dragast við.