Nú kunnu fiskimenn velja felagsformann

Atkvøðuseðlarnir í sambandi við felagsformansvalið í Føroya Fiskimannafelag eru nú sendir fiskimonnum, sum hava høvi at velja ímillum trý valevni

FF-valið

Í postinum uppundir vikuskifti fingu fiskimenn kring landið atkvøðuseðlarnar, sum skulu brúkast, nú felagsformansval er í Føroya Fiskimannafelag.
Á atkvøðuseðlunum standa tey trý valevnini í bókstavarøð, soleiðis at Jan Højgaard stendur ovast, Óli Jacobsen í miðjuni, og niðast stendur Dan R. Petersen.
Atkvøðuseðlarnir kunnu sendast til grannskoðarafelagið Rasmussen & Weihe - uttan frímerki ella latast sóknarformanninum í sóknini, sum síðan sendir seðlarnar víðari til grannskoðara felagsins.
Spennandi verður at síggja, tá ið tíðin líður, hvussu valið fer at fella hesaferð, nú trý valevni eru at velja ímillum.
Hetta er fyrstu ferð í 18 ár, at felagsformansval er í Føroya Fiskimannafelag.
Atkvøðuseðlarnir skulu verða Rasmussen & Weihe í hendi í seinasta lagi, 30. januar, og nýggja skeiðið hjá felagsformanni FF’s byrjar 1. februar 2007.