Nú kunnu feløgini skifta spælarar

Síðani síðst í februar hava liðini í fremstu føroysku fótbóltsdeildunum ikki kunnað fingið sær nýggjar spælarar. Orsøkin er sonevnda flytingarvindeygað, sum lat aftur í februar. Í dag letur vindeygað uppaftur, og fram til endan av juli mánaði kunnu føroysku feløgini aftur fáa nýggjar spælarar til síni lið. Onkur skifti eru á veg. Millum annað frættist úr Klaksvík, at KÍ skal styrkja seg við HB-miðvallaranum Emil Leifsson og amerikanska álopsspælaranum Joe Zewe. Søgur ganga eisini um onnur feløg, sum skulu hava nýggjar spælarar, og meira verður ivaleyst at frætta um tað komandi tíðina.