Nú kunnu føroyingar stuðla atsóktum kristnum

215 milliónir menniskju verða bukað, dripin og hótt, tí at tey kallað seg kristin. Nú fáa føroyingar møguleikan at stuðla teimum.

 

Yvir 200 milliónir kristin um allan heimin verða atsókt fyri teirra trúgv. Tey verða bukaði, dripin, afturhildin, mismunur verður gjørdur móti teimum á arbeiðsmarknaðinum og í útbúgvingarskipanini, kirkjur og heim teirra verða brend og børn teirra burturflutt. Nú fáa føroyingar møguleikan at stuðla teimum atsóktu kristnu í heiminum.

 

Seinastu tíðina hava fólk arbeitt við at endurstovna felagsskapin Open Doors í Føroyum, sum ein hollendari, Andreas, bróðir, stovnaði í 1955, fyri at stuðla teimum atsóktu kristnu handan jarntjaldið.

 

Í Føroyum hevur felagsskapurin verið virkin í mong ár, men seinastu tíðina hevur verið arbeitt við at fáa eitt føroyskt toymi at taka sær av arbeiðinum hjá felagsskapinum í Føroyum. Rói Norðoy er ein teirra, sum stendur á odda fyri arbeiðinum í Føroyum.

 

- Endamálið er at varpa ljós á støðuna. 215 milliónir kristin verða atsókt fyri sína trúgv í dag. Tað kostar at verða kristin í heiminum í dag, sigur Rói Norðoy.

 

- Vit skulu minnast til, at hetta eru vanlig fólk, sum verða rakt av hesi forfylgingini, sigur hann og vísir til eitt álop í Indonesia í mai, har ein familja leyp á tríggjar ymiskar kirkjur ein sunnumorgun. 13 fólk vórðu dripin í álopinum og yvir 41 eru særd.

 

- Ímynda tær at hetta hendi í Havn og Dómkirkjan, Ebenezer, City Church og Filadelfia allar blivu álopnar sama morgun. Vit munnu kenna nógv, sum eru í kirkju ella á møti í hasum støðunum ein sunnumorgun, sigur Rói Norðoy.

 

Open Doors arbeiðir tí nógv við at kunna um, hvat hendir runt um í heiminum.

- Vit royna at kunna kristin, kirkjur og samkomur um støðuna gjøgnum tíðindaskriv og annað. Vit royna at ávirka stjórnirnar í heiminum at taka forfylgingina av teimum kristnu í størri álvara. Og vit royna at fáa fólk at biðja fyri sínum kristnu systkjum, sum verða atsókt vegna sína trúgv, sigur hann.

 

Men hvat kunnu vit føroyingar gera við tað, at kristin aðrastaðni í heiminum verða atsókt?

- Tað, sum vit føroyingar fyrst og fremst kunnu gera er at biðja. Tí hava vit daglig bønarevni, sum fólk finna antin á Facebook-vanganum hjá okkum, sum eitur Open Doors Føroyar, ella á heimasíðuni www.forfulgt.dk. Vit trúgva á ein Gud, sum hoyrir og svarar bøn, sigur Rói Norðoy.

 

Harnæst kann man stuðla fíggjarliga.

- Í dag verður nógv orka lagt í at veita teimum kristnu stuðul til at byggja kirkjur og samfeløg upp aftur eftir forfylging. Open Doors veita tí fíggjarligan stuðul til samstarvsfelagar, sum síðani nýta peningin til antin at byggja kirkjur uppaftur ella at byggja handar, skúlar ella annað upp aftur, sum kann vera rakt antin av forfylging, tí eigararnir vóru kristnir, ella orsaka av kríggi, sum til dømis í Irak og Sýria, sigur hann.

 

Ein annar møguleiki er at skriva brøv til tey atsóktu kristnu.

- Eg tosaði við eina kvinnu fyri nøkrum mánaðum síðani, sum hevði tað, at hon skrivaði til aðrar kvinnur, sum vóru raktar av forfylging. Hetta er ein uggan fyri tey, sum verða líða hvønn dag, at tey vita tað, at tað eru onnur, sum hugsa um tey, stuðla teimum og biðja fyri teimum, sigur Rói Norðoy.

 

Føroyska tilfarið er fyribils at finna á Facebook-vanganum hjá felagsskapinum, sum eitur Open Doors Føroyar.

- Har leggja vit bønarevni út hvønn dag, umframt nakrar longri tíðindastubbar og vitnisburður nakrar ferðir um vikuna, sigur hann.