Nú kunnu føroyskir útisetar, sum eru í Føroyum, og útlendingar, sum eru í Føroyum í longri tíðarskeið, í arbeiðsørindum, ella av øðrum orsøkum, eisini verða koppsettir ókeypis fyri koronu í Føroyum. Tað boðar Heilsumálaráðið frá í kvøld.
Tað merkir eitt nú, at lesandi hava ikki fyri neyðini at stúra fyri summarferiuni, vísir Kaj Leo Holm Johannesen landsstýrismaður, á. Samstundis er ætlanin, at útisetar, sum vilja koppseta seg í Føroyum, skulu kunna fáa báðar sproyturnar her fyri at tryggja, at teir fáa sama koppingarevni báðu ferð.
Sum reglurnar eru nú, eru tað bara fastbúgvnandi í Føroyum, sum kunnu verða koppsett ókeypis. Tað ger tað tvørligt hjá nógvum útisetum, serliga hjá lesandi. Nógvir av teimum hava eru langt síðani komnir heim til Føroya, nú koronufarsóttin hevur herjað og útbúgvingarstovnarnir hava verið stongdir, og øll undirvísing er farin fram á netinum.
– Tað er bæði tvørligt og dýrt hjá teimum at skula aftur, har tey lesa og hava bústað, at koppsetast, serliga hjá teimum, sum lesa aðrastaðni enn í Danmark. Í løtuni lesa 1.039 føroyingar uttanlands, 882 í Danmark og 157 aðrastaðni, sigur Heilsumálaráðið.
– Sleppa útisetar, sum ætla sær heim í feriu, ikki at koppsetast her, høvdu teir eisini komið í eina ringa støðu, tí vandi verður fyri, at teir ikki kunnu verða liðugt koppsettir koppsettir í landinum, har teir búgva, áðrenn teir skulu til Føroya.
– Men tá kunngerðin um koronukoppseting verður broytt, fer at bera til hjá teimum at koma heim at halda summarfrí, og lata seg koppseta í Føroyum og tað verður fyrsta dagin. Í tí sambandinum verður mælt til, at útisetar fáa báðar sproyturnar í Føroyum, fyri at tryggja, at teir fáa sama koppingarevni báðu ferð.
Útlendingar, sum halda til í Føroyum í longri tíðarskeið, til dømis í arbeiðsørindum, eru í somu støðu sum lesandi, tí tað hevði verið bæði tvørligt og dýrt hjá teimum at farið heim at verða koppsettir. Tí fara teir eisini at fáa ókeypis koppseting í Føroyum.
– Bæði útisetar og útlendingar verða koppsettir, tá ið bólkarnir, teir annars hoyra til, standa fyri tørni. Talan verður sostatt ikki um at gera nakra serskipan fyri hesar báðar bólkarnar, sigur Heilsumálaráðið.
Men tað verður ikki treytaleyst. Endaligu treytirnar eru ikki settar, men væntandi verður tað eitt krav, at bæði útisetar og útlendingar skulu hava verið í Føroyum í minst 30 dagar, áðrenn teir kunnu verða koppsettir her.
– Við hesum kravi verður forðað fyri, at eina koppsetingar-ferðavinnu, har fólk bara koma til Føroya við tí endamáli at fáa eina skjóta, ókeypis koppseting, sigur Heilsumálaráðið.
Í Danmark hava tey eisini gjørt tað smidligari hjá fólki, ið eru í Danmark, men hava bústað í øðrum landi, at fáa ókeypis koppseting.